Hanus og liðfelagarnir mistu javnleikin í yvirtíðini

Klokkan vísti 93 minuttir tá heimaliðið skoraði sigursmálið

Hanus Sørensen var á vøllinum tað seinasta lítla korterið av dystinum, tá lið hansara, Aluminij spældi dyst á útivølli móti Olimpija Ljubljana í bestu slovensku fótbóltsdeildini.

 

Undan dagsins dysti hevði Olimpija tapt tveir teir fyrstu dystirnar í hesum kappingarárinum, og leingi sá út til, at teir heldur ikki fóru at vinna í dag.

 

Men tríggjar minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat skoraði heimaliðið sigursmálið, so Hanus og liðfelagarnir stóðu eftir við ongum.

 

Aluminij hevur eitt stig aftaná tveir teir fyrstu dystirnar í kappingini.

 

Komandi sunnudag klokkan 16 hevur Aluminij dyst á heimavølli móti Nafta.