Gullbrandur í Horni Øregaard var aftur liðskipari hjá Sandnes ULF í dag. Sandnes spældi dyst á útivølli móti Egersund.
Egersund dugdi betri at taka av málmøguleikunum, og í seinna hálvleiki megnaðu teir á tveimum sinnum at gera sær gagn av tí.
Sandnes er nummar níggju í deildini við 20 stigum. Teir eru fimm stig omanfyri Strømmen, ið er næstaftast í deildini við 15 stigum.
Komandi sunnudag klokkan 16 hevur Sandnes dyst á heimavølli á Øster Hus leikvøllinum móti Hødd.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Egersund-Sandnes ULF 2-0 (0-0):
##med2##











