Harða linjan ávirkar búskaparheimin

?Tað hevur uttan iva stóra ávirkan á føroyska búskaparheimin, at danska stjórnin framvegis nýtir skiftistíðina sum ræðumynd í fullveldismálinum, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður

John Johannessen

Úr Keypmannahavn


?Tað hevur uttan iva stóra ávirkan á føroyska búskaparheimin, at danska stjórnin framvegis nýtir skiftistíðina sum ræðumynd í fullveldismálinum.

Hetta sigur Høgni Hoydal í sambandi við, at danski forsætisráðharrin á tíðindafundinum hósdagin eftir ríkisrættarligu samráðingarnar enn einaferð gjørdi greitt, at búskaparliga skiftistíðin ikki verður longur enn fýra ár, samstundis sum hann samanbar livikorini í Føroyum uttan blokk við livikorini í øðrum londum í vesturheiminum.

Høgni Hoydal vísir á, at búskapur eisini er sálarfrøði, og at áhaldandi hørðu útsagnirnar frá danska forsætisráðharranum gera, at bankar og vinnulív kenna seg ótrygg.

?Tað er beinleiðis óhoyrt av forsætisráðharranum at rópa upp í miðlunum við hóttanum móti landsstýrinum. Hetta líkist ongum, staðfestir Høgni Hoydal.;vdu fingið í stuðuli í 11 ár við eini lagaligari rentu ella kanska ongari rentu, um tey fáa fría atgongd til framtíðar føroyskt oljuríkidømi. Hetta er einki annað enn ein hasarderað ella desperat handling frá landsstýrissins síðu, tí man vil hava eitt gjøgnumbrot í tí, sum eitur skiftistíðis. Men sum sagt, tað beit Nyrup ikki á. Og tí má man kunna staðfesta, at skiftistíðin er endaliga avgreidd.

-Støðan í løtuni er tann, sigur Jóannes Eidesgaard víðari, at samráðingarnar eru koyrdar fastar. Danska stjórnin fer ikki longur við skiftistíðini. Nú vil landsstýrið so til at samráðast aftur eftir summarfrítíðina. Men eg eri vísur í, at aftaná 4. og uppaftur fleiri umfør so fær man somu skiftistíð, fýra ár.

Landsstýrið má gera støðuna upp nú. Valskeiðið er farið at halla, og tað er bert eitt ár eftir. Tí má Føroya fólk nú vita, hvat landsstýrið ætlar, eftir at tað hevur koyrt fast í fullveldisætlanini.