Amerikonsku myndugleikarnir sendu í dag út ávaring um vanda fyri flóðaldu, eftir at ein jarðskjálvti hevði verið á Aleutian-oyggjunum nærhendis Alaska.
Amerikanski jarðfrøðistovnurin sigur, at skjálvtin var 7,1 á Richterstiganum, men stovnurin sigur seg ikki hava fingið boð um nakran skaða av skjálvtanum.
Aleutian-oyggjarnar eru einar 300 í tali, og har búgva umleið 8.000 fólk. Í juni var eisini ein harður jarðskjálvti í oyggjunum, men heldur ikki ta ferðina hendi nakar skaða.