Haldórsvík: Hagtølini krógva ikki veruleikan í hugnaligu bygdini í Norðurstreymoy.
Seinastu árini hevur fólkatalið bara gingið tann skeiva vegin. Í 1985 vóru tey 207 í tali, men nú er tað uppá tað lægsta í longri tíð.
Við árslok í fjør var talið komið heilt niður á 134, og so lágt hevur tað ikki verið áður.
Ein natúrlig fylgja av hesi afturgongdini er barnatalið sum eisini er minkað. Í skúlanum eru í dag 19 næmingar.
Og nú var støðan vorðin soleiðis, at frá 1. apríl at rokna er heldur eingin skipað dagrøkt í bygdini.
- Hetta er sjálvandi harmiligt, men ringt er at gera nakað við hetta, sigur Elsa Andreasen.
8-3
Henda støðan við tí einabarninum í dagrøktini í Haldórsvík, fekk bygdaráðið í Sunda kommunu at taka hetta málið upp til viðgerðar á fundi mánakvøldið í farnu viku.
Tilmælið sum bygdaráðið skuldi umrøða var, at kommunan, av hesi orsøk sá seg noydda at niðurleggja dagrøktina í bygdini frá hesum degi. Og hetta málið varð eisini samtykt.
Fyri at niðurleggja dagrøktina atkvøddu 8 av limunum í Sunda kommunu.
Hesir vóru Kim Durhuus, Trygvi K. Joensen, Finnbogi Midjord, Magnus Pauli Dahl-Olsen, Thordis Dahl-Hansen, Hans David Dam, Sofus D. Johannesen og Gurið Samuelsen.
Ímóti avgerðini vóru tríggjar atkvøður - Sigrid Christensen, Asbjørn Djurhuus og Elsa Andreasen.
Í morgun fingu vit orð á Elsu, og sigur hon millum annað soleiðis:
- Tað er hvørki gott fyri barnið ella dagrøktina, bert við einum barni, vísir Elsa Andreasen á.
Harmiligt
Tað kom kanska óvart á onkran, at eingin dagrøkt hereftir er í Haldórsvík.
Sjálv heldur Elsa, at talan er um eina natúrliga frágongd, sum hon tekur til, og millum annað eisini tann veruleikin, at onkur foreldur lata børn síni ganga í dagstovnum aðrastaðni í kommununi.
- Tað hendi kanska fyrri enn væntað, at vit máttu taka hetta málið upp, vísir hon á.
Elsa slær tó fast, at tað altíð er harmiligt tá slíkt hendir, men hon væntar tó ikki, at bert hetta fer at avoyða heimbygd hennara.
- Tað má tíðin vísa, hvussu fólkatalið verður framyvir í bygdini, sigur hon at enda.
Framtíðin
Hóast fólkatalið í Haldórsvík minkar og at bert eittans barnið var eftir í dagrøktini, hevur Elsa Andreasen ikki mist mótið um eina framtíð í heimbygd hennara.
Fyri eini tíð síðani vórðu eini sethús bygd her, og gongst sum ætlað verður kanska arbeiði aftur í bygdini.
Sum skilt, verður arbeitt við at fáa gongd aftur á flakavirkið í Haldórsvík, og verður sæð við spenningi, hvussu hetta fer at útarta seg.
- Eg veit so einki um, hvussu stórt virksemið verður. Men alt er frægari, enn einki arbeiðspláss at hava í bygdini, sigur Elsa Andreasen, bygdaráðslimur.