Stutt eftir nýggjár varð eg av einum tíðindafólki á Sosialinum spurdur, um eg sum formaður í Rithøvundafelag Føroya vildi siga mína hjartans meining um mentanarpolitikkin í Føroyum anno 2008. Hesum játtaði eg sjálvsagt, tí hetta var eitt gott høvi at vísa á ta politisku líkasælu, sum alt ov leingi hevur valdað, tá ið talan er um mentanarpolitikk her á landi. Harafturat er val í hondum, og eg hugsaði, at tað hevði verið gott at fingið greiðar boðskapir frá teimum uppstillaðu, hvat tey vilja gera fyri at bøta um karmarnar hjá mentanini.
Saman við samrøðum við trý onnur fólk, ið á hvør sín hátt varða av mentanini í Føroyum, kom so samrøðan við meg í Sosialin, við yvirskriftini “Politikararnir ræðast frælsa list”. Harafturat hevði tíðindafólkið í einari sjálvstøðugari grein, við yvirskriftini “Neyðarróp!”, tikið samanum tað, sum hesi øll fýra tóktust vera samd um: at “politikararnir tilvitað ella ótilvitað týna listarliga umhvørvið í Føroyum”, sum var niðurstøðan hjá tíðindafólkinum.
Aftaná hevur hetta neyðarróp okkara verið havt á lofti bæði í fjølmiðlum, á valfundum og í kjaki á alnetinum, og tað kunnu listafólk í hesum landi bara fegnast um. Men ógvuliga lítið ítøkiligt hava tey uppstillaðu sagt um, hvat ein føroyskur mentanarpolitikkur skal innihalda næstu fýra árini. Frægasta boðið kom frá Andreasi Petersen úr Javnaðarflokkinum, sum á valfundinum í Klaksvík sunnudagin hevði fleiri ítøkilig mál, millum annað at tvífalda játtanina til Mentanargrunn Landsins í komandi valskeiði. Annars tykjast valevnini sum heild at hava lítla vitan um og enn minni áhuga í mentan. Nøkur fá undantøk eru tó, eitt nú Olga Biskopstøð úr Tjóðveldinum og John Johannesen úr Javnaðarflokkinum, sum á heimasíðum sínum hava sett sær nøkur mentanarpolitisk mál.
Stendur tað illa til hjá valevnunum, er hvaðna verri í valskráunum hjá flokkunum. Frægasta boðið hevur Tjóðveldið, sum ger heilt nógv burtur úr mentanarspurningum í valskrá sínari, har nevnd verða bæði tjóðleikhús, bókasøvn, kringvarp og stuðul til skapandi virksemi og til týðingar í føroyskt og úr føroyskum.
Miðflokkurin brúkar sum rímiligt er í valskránni eitt sitat úr bíbliuni sum sín orðaða mentanarpolitikk, og hetta inniber, at almennur stuðul bert skal latast list og mentan, sum er uppbyggilig. Sostatt er Miðflokkurin fyrsti føroyski flokkur, sum alment hevur sagt, at hann er ímóti meginregluni um armslongd, sum greitt sigur, at politikarar skulu halda seg langt burtur frá at royna at stýra listaliga virkseminum. Hetta er um ikki annað ein ærligur boðskapur, men eg fari at staðiliga at mæla øllum frá at velja ein flokk, sum hevur tað sum sítt orðaða endamál at stýra listini.
Fólkaflokkurin hevur eina fatan av mentanarstuðuli sum eina olmussu og skrivar beinleiðis í valskrá sínari, at hesin stuðul skal roknast sum “hjálp til sjálvhjálp”. Henda orðing er ein mannminking av teimum, sum fáa almennan stuðul, tí tað, sum listafólk hava brúk fyri, er ikki “hjálp til sjálvhjálp”, men at teirra virksemi verður virt og sett ájavnt annað neyðugt virksemi í hesum landi, og at tað almenna sjálvsagt, og uttan órímilig (átrúnaðarlig, politisk ella onnur) mótkrøv, ger íløgur og rindar tað, ið krevst fyri at tryggja teimum sømdir ájavnt øðrum neyðugum virksemi.
Hinir flokkarnir, Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin nevna ikki mentan í sínum valskráum.
Onkur hevur funnist at okkum fýra, ið umboða stórar partar av listaliga umhvørvinum í Føroyum, fyri at grenja heldur enn at rætta ryggin og líta frameftir. Heldur skulu vit “tosa frá yvirskotinum”, sum ein kjakari á kjak.fo skrivaði nú ein dagin. Okkurt man vera um tað, men sum stjórin fyri Tjóðpallin segði í Mentanartíðindinum í sjónvarpinum fríggjakvøldið, so er onki yvirskot at taka av, tá ið ein javnt og samt noyðist at stríðast fyri bara at halda afturpartinum yvir vatnskorpuni.
Tað er onki stuttligt at vera noyddur at grenja um illvilja frá politisku skipanini. Eg havi leingi latið vera við at grenja, júst fyri at politikarar okkara skulu fáa frið til at vísa, hvørjar mentanarpolitiskar raðfestingar liggja teimum fremst í sinni. Men haðan er onki komið, og eg haldi, at nú val er í hondum, er tað eitt gott høvi at gera vart við ónøgdina, tí so kunnu tey, ið fara at manna nýggja løgtingið og nýggja landsstýrið, taka hesa vitan við sær í tað starv, tey skulu røkja næstu fýra árini.
Tá ið eg havi ført fram, at politikarar í Føroyum ræðast frælsa list, so er tað ikki nakað, sum eg knappliga eri komin fram til, nú Miðflokkurin er komin við síni nýggju lista-fobi. Eg havi síðan 1999 starvast á Føroya landsbókasavni, og havi sostatt síðan tá kent á egnum kroppi, hvussu niðarlaga mentanin hevur verið raðfest síðan tá. Í nøkur ár var eg eisini formaður í Bókavarðafelagnum, og tá ið eg í fjør gjørdist formaður í Rithøvundafelagnum, sá eg skjótt, at tann politiski óviljin og líkasælan, sum ráddi á bókasavnsøkinum, ikki var nakað eindømi, men eisini fevndi um tann partin av mentanini, vit rópa list.
Tá ið eg byrjaði á Føroya landsbókasavni í 1999, var bókasavnið ein niðurpíndur stovnur, sum akkurát var komin ígjøgnum kreppuna í 90’unum við lívinum. So skjótt tíðirnar blivu betri, varð játtanin á fíggjarlógini til bókasøvn hækkað, og skjótt fingu bókasøvnini tað sama, sum tey fingu fyri kreppuna. Í 2001 var játtanin komin upp aftur á sama støðið sum í 1989, og næstu tvey árini hækkaði játtanin eitt vet afturat, mest orsakað av lønarvøkstri. Men síðan tá er játtanin til bókasavn lækkað aftur, hóast lønirnar eru hækkaðar munandi og hóast ein røð av uppgávum liggja á láni, eitt nú, hvussu vit skulu varðveita elektroniska mentanararv okkara, so sum føroyskar heimasíður, sjónvarpssendingar o.s.fr.
Úrslitið er, at bókasøvnini í Føroyum als ikki kunnu bjóða ta tænastu til borgararnar, sum er so sjálvsøgd í grannalondum okkara, har bókasøvn – bæði á granskingarstovnum og fólkabókasøvn – verða mett sum heilt avgerandi stovnar fyri trivnað og framburð. Vert er at nevna, at Finnland og Danmark longu í 1994 fóru undir stórfingnar verkætlanir, ið kostaðu hundraðtals milliónir krónur, at dagføra alt bókasavnsøki, at hesi lond kundu ganga á odda sum vitanarsamfeløg inn í 21. øld, og tað hevur eydnast teimum sera væl. Týðandi lutir í hesari nútímansgerð vóru talgilding (digitalisering), skráseting og varðveiting og atgongd til elektroniskt tilfar so sum tíðarrit, alfrøðir og nú seinast tónleik, sum lánarar kunnu taka niður av netinum (sí eitt nú Bibliotekernes Netmusik, www.netmusik.dk).
Hóast Føroya landsbókasavn, sum umsitur alla játtanina til føroysk bókasøvn, á hvørjum ári, eg havi starvast har, hevur gjørt vart við týdningin av, at eisini føroyski borgarin fær atgongd til slíkar tænastur, sum áttu at verið sjálvsagdar í einum nútíðar vitanarsamfelag, hevur tað verið sum at tosa við stein. Havi sjálvur spurt Mentamálaráðið, um tey ikki kunnu vísa til onkran grunn, har bókasøvn kundu søkt um pengar til verkætlanir, men tað ber heldur ikki til. Og tað ringasta av øllum hevur verið, at ongin persónur har ella aðrastaðni í politisku skipanini – hvørki politikarar ella embætisfólk – hava víst ein ærligan áhuga fyri hesum øki. Hvussu ber tað til? Flestu teirra hava sjálvi lisið uttanlands og áttu at kent týdningin av einum vælvirkandi bókasavnstilboð.
Úrslitið er, at alt bókasavnsøkið í Føroyum í dag liggur í skeljasori. Mentamálaráðið arbeiðir nú aftur við einari ætlan um at leggja Landsbókasavnið saman við øðrum almennum stovnum. Men verður tað gjørt, uttan at politiski myndugleikin hevur eina heildarætlan fyri føroyska bókasavnsverkið, har viljin til at veita eina líkinda bókasavnstænastu verður vístur í verki, verður vanlukkan fullkomin. Tá er spurningurin, um ikki vit skulu lata dønum aftur at umsita bókasavnsmál, sum vit yvirtóku frá teimum í 1948.
Hesin harmagrátur hevur eisini nakað við list at gera. Bókasøvn umboða, eins og listin, nakað av tí fínasta og mest virðismikla, sum mannaættin hevur fostrað, nevniliga rættin til andligt frælsi og rættin til at leita sær vitan um øll viðurskifti. Mest effektivi mátin at skerja hetta frælsi og henda rætt er at niðurpína stovnarnar, sum varða av hesum økjum, so sum bókasøvnini, Mentanargrunn Landsins, Tjóðpallin og Kringvarpið. Granskingarstovnar og -grunnar eru eisini týðandi stovnar í hesum høpi, men uttan vitanargrundarlagið, sum bókasøvnini pr. definitión skulu veita teimum, ið granska, verður granskingin ongantíð annað enn eitt eiti.
Um tað nú er onkur, sum heldur, at vit heldur enn at grenja áttu at komið við uppbyggjandi kritikki og uppskotum um, hvussu ein virkin mentanarpolitikkur kundi verði rikin, so skal eg upplýsa, at tað síðan 1996 eru komnar tríggjar frágreiðingar um føroyskan mentanarpolitikk, skrivaðar av fólkum, sum hava holla vitan um øll mentanarlig viðurskifti í Føroyum, og sum øll hava frálík uppskot um, hvat politiski myndugleikin eigur at raðfesta.
Tekur komandi landsstýriskvinnan í mentamálum hesi uppskot í álvara, og síðan leggur afturat tað, sum Málstevnunevndin sigur í sínum nýggja áliti um ein føroyskan málpolitikk, so kann hon – um hon VIL – bara fara so beint til verka. Tað eru ikki nógvir landsstýrismenn, sum hava fingið so nágreiniliga fakliga ráðgeving og so mong góð ráð um sítt øki sum landsstýrismaðurin í mentamálum.
Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð
Bókavørður og Formaður í Rithøvundafelag Føroya
--
Tíðargreinin í morgin: Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum: Nógv egg í fleiri kurvar