Tá eg tosi við fólk síðst í 20 árunum og í 30 árunum, hoyri eg fleiri av teimum siga seg vera ónøgd við at búgva í Føroyum eftir lokna útbúgving, og siga seg eisini vera sera vónbrotin av vantandi politiskum vilja til at bøta um korini hjá hesum fíggjarligt strongdu fólkum. Hetta eru fólk, eins og eg sjálvur, sum hava fingið sær útbúgving og eru komin heim við lestrarláni í viðførinum. Komin til Føroyar keypur ein hús og bil og setur seg soleiðis í stóra skuld – hetta er heilt vanligt og er heldur einki galið í tí.
Ov dýrt at liva í Føroyum
Tað, sum er galið er, at tað er ov dýrt at liva í Føroyum, um ein hevur familju. Bara at gjalda fyri tað mest neyðuga og vanliga sum t.d. mat, klæðir, barnaansing, telefon, húsarhaldstól o.t., er ov dýrt (t.d. má eg tjena 7000 kr um mánan til barnaansing, 2 børn). Nú eg havi lisið í Keypmannahavn, veit eg av tí sama mest um prísstøðið í Danmark, og vil eg tí tosa við støðið í hesum prísum.
Næstan øll lýsingabløð vit fáa í postkassan eru donsk, sum bert eru umsett til føroyskt, meðan umsetingin av prísinum er ein hækking upp á eini 20-25%. Her er talan um næstan allar gerandisvørur frá mati og klæðum til steintøj og el-tól. Vit mugu sostatt gjalda 20-25% meira fyri somu vørurnar sum danskarir skulu, og teir hava enntá hægri lønir enn vit hava her í Føroyum. Altso: vit tjena minni pengar og gjalda meira fyri somu vørur sum danskarir. Er tað nakað at siga til, at teir ungu og ný-útbúnu føroyingarnir vera verandi í Danmark ella flyta niður aftur til Danmarkar ella til onnur lond at búgva?
Barnafamilju exodus er trygg gongd móti avfólking
Familjan dregur meginpartin av hesum unga fólki heimaftur; men tú kanst ikki eta familjukærleika ella gjalda rokningar við honum – hesar treytir eru eisini galdandi fyri fosturlandskærleika. Sum ein tjóðskaparligur og heimkærur maður hevði eg forsvorið, at eg í álvara fór at fáa hug at flyta av hesum oyggjum eg havi so kærar (fái kensluna av at hava ein knýttan neva í hálsinum bert av at skriva hetta). Men sum uppihaldarar av fleiri børnum hava vit foreldur, sum nýliga eru heimkomin, sera tunga gongd her á landi. Barnagarðarspláss átti at verið bíligari t.d. við stuðli/frádrotti, skatturin átti at verið lægri, so vit hava meira pengar til okkum sjálvi – og ikki til tunlar – og MVG’ið átti at verið tikið av neyðsynjarmatvørum. Hetta kundi verið ein byrjan upp á trivnaðin. Annars kann tað unga fólkið skjótt hálverast í tali, og um slík gongd kemur á, kann tað enda við nøkrum, ið mest vil líkjast einari avfólking yvir 50 ár (hvørja nyttu gera tunlarnir tá?). Tað hevði verið ein stór skomm fyri føroyskar politikarar og ein katastrofa fyri Føroyar.
Verulig og munandi hjálp til barnafamiljur – IKKI tunlar
Øll fólk klára eina tunga tíð, sum tey uml. 5-6 árini vit eru í lestrarørindum, tí vit vita tað hevur ein enda í nærmastu framtíð; men tá vit her heima, við skuld upp um bæði oyru, síggja raðfestingarnar hjá politikarunum, serstakliga undirsjóvartunlarnir fyri 2 miljardir, síggja vit ongan peningaligan lætta fyri framman, meðan vit mugu stríðast fyri hvønn bita og hvønn lut – hóast fulltíðarstarv – og gloym alt um at fara at ferðast tey næstu 10-15 árini (øll vita hvussu dýrt tað er at ferðast úr Føroyum). Hví í ólukkan skulu vit ungu, evnaríku, orkuríku og vanliga lívsglaðu foreldur við góðari og nýggjari útbúgving tíma at uppala okkara børn á hesum ov ofta køldu, vátu og stormherjaðu oyggjum? Kundu vit fari at ferðast einaferð um árið ella bara annað hvørt ár til heitari lond, so hevði tað gjørt mun, men... Ja, hetta gjørdist eitt hjartasuff at enda, men hvat hjálpir? Hvat skal til fyri at vekja ans hjá politikarunum, so vit kunnu fáa eitt gott familjulív? Skal ovur dýrur lokalpolitikkur oyða trivnaðin hjá barnafamiljum? Tað er í øllum førum tey árin, politikararnir góðtaka í løtuni. Eru vit veruliga noydd at ríma av landinum fyri at liva betur?