Hava leigað brunnbát úr Noregi

Faroe Salmon hevur leigað ein brunnbát úr Noregi, so slaktið av fiskinum í Hvannasundi kann ganga skjótari. Tvey virki í Klaksvík arbeiða nú laksin

Klaksvík: Faroe Salmon hevur sett meira ferð á slaktið av laksi úr ILA-rakta Hvannasundi. Alifelagið hevur leigað ein brunnbát úr Noregi, so teir nú hava tveir bátar, sum flyta fisk úr Hvannasundi og til Klaksvíkar, har tvey virki nú virka fiskin.

- Vit royna at bera so skjótt av sum gjørligt fyri at tøma allar teir 9 ringarnar, sum vit hava í Hvannasundi. Vit rokna at verða lidnir í februar mánaði, sigur Heini Gregersen, sum er annar av eigarunum av Faroe Salmon.


Sjúkan ikki spreitt seg

ILA-sjúkan var staðfest í einum ringi hjá Faroe Salmon í Hvannasundi, og hesin ringurin er tømdur nú.

Átta aðrir ringar eru í umráðnum, og Faroe Salmon ætlar at taka allan hendan fiskin.

Eingin tekin eru um, at ILA hevur spreitt seg til nakran av hinum ringunum, men vandi er fyri, at hetta kann henda, og tí verður allur fiskurin tikin sum skjótast.


Nógvur laksur

Faroe Salmon hevur um 900.000 laksar yvir fýra kilo í Hvannasundi, og allur hesin fiskur verður nú slaktaður.

Northern Fish Cold Storage tók ímóti laksinum úr smittaða ringinum, men nú arbeiða teir eisini fiskin á Eystlaks, har laksin hjá Faroe Salmon vanliga verður arbeiddur.

- Vit miðja eftir at taka góð 300 tons um vikuna, og vit hava leigað brunnbátin úr Noregi fram til februar mánaða, tá vit rokna við at vera lidnir við slaktið í Hvannasundi, sigur Heini Gregersen.