Russiskir myndugleikar siga í morgun, at tvær vørugoymslur hjá nethandilsrisanum, Ozon í Russlandi, eru álopnar við dronum.
Goymslurnar vóru í Orenburg og Ufa.
Ukraina hevur síðan hin 18. juli framt dronuálop móti einari røð av vørugoymslum hjá Wildberries, sum er størsti nethandil í Russlandi.
Sagt verður, at stórir partar av vørugoymslunum hjá fyritøkuni eru oyðilagdar.










