Nýggja kt-skipanin til barsilsskipanina verður bæði dýrari og seinkað.
Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum, hevur tí lagt uppskot fyri Løgtingið um at hækka játtanina úr 11 upp í 13,5 milliónir krónur og leingja gildistíðina í verklagslógini við einum ári.
Ein samd fíggjarnevnd tekur undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.
Sambært galdandi lóg kunnu í mesta lagi 11 milliónir krónur brúkast til nýggju skipanina, og heimildin er galdandi til 1. januar 2027.
TAKS, sum hevur arbeitt við at menna skipanina, hevur boðað Almanna- og bústaðamálaráðnum frá, at neyðugt er at tillaga bæði fíggjar- og tíðarætlanina.
Ætlanin er nú at hækka játtanina við 2,5 milliónum krónum og leingja freistina til 1. januar 2028.
Gomul og trupul at halda koyrandi
Fíggjarnevndin hevur fingið upplýst, at tað er sera átrokandi at fáa eina nýggja kt-skipan til barsilsskipanina.
Verandi skipan er so gomul, at tað er trupult at finna kt-fólk, sum kenna hana og kunnu veita neyðugu tænasturnar.
Nevndin hevur tó sett nógvar spurningar við, at verkætlanin verður dýrari enn upprunaliga mett.
Tá arbeiðið byrjaði, varð Løgtingið kunnað um, at arbeiðið varð boðið út fyri eina fasta upphædd, og at ikki meira fór at verða gjørt, enn játtanin rakk til.
Lógarbroytingar hava dýrkað skipanina
Sambært upplýsingunum, sum Fíggjarnevndin hevur fingið, eru fleiri orsøkir til, at upprunaliga fíggjarætlanin ikki heldur.
Fleiri lógarbroytingar eru gjørdar í barsilsskipanini, meðan menningararbeiðið hevur verið í gongd. Eingin serstøk játtan varð latin til at fáa hesar broytingarnar við í nýggju kt-skipanina.
Eisini hevur verið neyðugt hjá Elektron at vera við í arbeiðinum, tí verandi barsilsskipan liggur hjá Elektron.
Partar av arbeiðinum vórðu bodnir út, men í einum føri varð kappast um tímaprísin og ikki samlaða kostnaðin. Tímaprísirnir eru framvegis teir somu, men tørvur er á fleiri arbeiðstímum enn upprunaliga mett.
Tað ber sambært álitinum til at steðga arbeiðinum nú. Men so verður ein ætlaður fyrimunur ikki fingin við, og nýggja skipanin verður tyngri at umsita.
Hóast fíggjarnevndin hevur atfinningar at gongdini, heldur nevndin, at tað er rætt at gera arbeiðið liðugt.
Tí mæla allir sjey limirnir í nevndini Løgtinginum til at samtykkja eykajáttanina og longdu tíðarfreistina.












