Hava rindað 48 milliónir krónur ov nógv í skatti

Nú er skattauppgerðin fyri 2017 komin. Uppgerðin sæst longu í Borgaraglugganum og seinni í dag í Mínboks. Frá í morgin verður hon send við postinum til teirra, sum ikki nýta hesar tænastur.

 

Tølini hjá TAKS vísa, at uppgerðin passar hjá 21.564 borgarum, sum tískil hvørki skulu rinda írestandi skatt ella eiga avlopsskatt til góðar.

 

Tølini siga eisini, at 16.707 borgarar hava goldið ov nógvan skatt og fáa nú pening aftur. Í alt er talan um 47.968.048 krónur. Tey, sum hava goldið ov lítið, eru 1.176 í tali, og hesi fáa í næstum rokning fyri írestandi skatt. Írestandi skatturin er til samans 3.929.439 krónur.

 

Eigur ein minni enn 25 kr. til góðar, verða tær tó ikki útgoldnar. Skyldar ein minni enn 100 kr., verða tær ikki innkravdar.

 

Borgarar skulu kanna, um skattauppgerðin er røtt. Eru feilir í, ella mangla upplýsingar, so skal ein lata inn sjálvuppgávu við røttum upplýsingum, so gera vit nýggja uppgerð. Lættast er at lata sjálvuppgávuna inn á Borgaraglugganum.

 

Er uppgerðin røtt, skal ein einki gera.

 

B-skattgjaldarar fáa ikki sendandi skattauppgerð, men fáa í staðin bræv um at lata inn sjálvuppgávu. Brævið verður sent í Mínboks ella við posti til teirra, sum ikki nýta Mínboks. Tá sjálvuppgávan er innlatin, verður skattauppgerðin gjørd. Í alt er talan um 6.760 borgarar, sum skulu lata inn sjálvuppgávu. Eisini hjá hesum er lættast at lata sjálvuppgávuna inn á Borgaraglugganum.