Víkingaskipið Drekin Haraldur Hárfagri, ið seinastu dagarnar hevur ligið í Vágsbotni, loysti fyri løtu síðani og setti kós móti Íslandi.
Endamálið við ferðini hjá skipinum er at endurskapa sjóferðina hjá víkingunum tvørturum Norðuratlanshavið. Á leiðini tvørt um hav steðgar skipið í Tórshavn, Reykjavík í Íslandi og Qaqortoq í Grønlandi, áðrenn skipið 1. juni verður í L'Anse aux Meadows í Kanada.
Drekin Haraldur Hárfagri varð bygt í norska býnum Haugesund í 2012 og er bygt eftir einum modelli av Orminum Langa. Tað er 35 metrar langt, 8 metrar breitt og vigar 70 tons, men hóast talan er um størsta víkingaskip í heiminum, so hevði skipið ikki vakt serligan ans í víkingatíðini, tá fleiri skip vóru størri enn hetta, m.a. Ormurin Langi, ið var umleið 44 metrar langur.