Hava skrivað sang um ikki at eta kjøt

Joe & The Shitboys hava júst givið nýtt staklag út

Bólkurin Joe & The Shitboys hava júst givið út nýggja staklagið ”If You Believe In Eating Meat Start With Your Dog”. Hugalagið er punkur, og teksturin snýr seg um, at tað ikki er etiskt rætt at eta kjøt.

##med2##

Bólkurin hevur eisini framleitt eitt sjónbandalag, ið er at síggja á YouTube. Annars ber til at hoyra lagið á eitt nú Spotify og Apple Music.

 - Ongin djór vórðu skødd undir framleiðsluni av sjónbandalagnum, ljóðar tað frá bólkinum.

##med1##