Myndina eigur Karl Davidsen, og hon er tikin dagin eftir herviliga eldin á skúlanum í Maniitsoq. Skúlin skuldi dagførast, og nú verður roknað við, at hetta arbeiðið verður drúgvari enn ætlað

Skúlin í Maniitsoq fórst illa av eldi

- Vit kunnu ikki lova, at skúlin stendur klárur at lata uppaftur í juni 2027, sigur virkandi skúlastjórin

Myndina eigur Karl Davidsen, og hon er tikin dagin eftir herviliga eldin á skúlanum í Maniitsoq. Skúlin skuldi dagførast, og nú verður roknað við, at hetta arbeiðið verður drúgvari enn ætlað

Seinnapartin sunnudagin kyknaði eldur í skúlanum í grønlendska býnum, Maniitsoq, og hetta hendi, meðan arbeiðsmenn vóru í holt við at dagføra skúlan.

 

Hildið verður eisini, at eldurin kyknaði í samband við arbeiðið at tekja við tjørupappi.

 

Nú hevur skúlaleiðslan boðað frá, at tað fer at taka longri tíð enn ætlað at dagføra skúlan, og tískil fer tíðarætlanin heldur ikki at halda.

 

Ein orsøk til, at arbeiðið fer at draga út, er, at byggitilfar, sum lá í aulu og fimleikarhøll skúlans, helst hevur fingið vatnskaðar undir sløkkiarbeiðnum - og møguliga eisini av sjálvum eldinum.

 

- Vit kunnu ikki lova, at skúlin stendur klárur at lata uppaftur í juni 2027, og tí noyðast næmingarnir helst at ganga í fyribilshølum í eina longri tíð enn upprunaliga ætlað.

 

Soleiðis sigur Sakarine Berthelsen, virkandi skúlastjóri, við heimasíðuna hjá Sermitsiaq.

 

- Støðan er eisini tengd at, hvørt roykurin av brendum kann fáast burtur. Um ikki, kann hetta merkja, at seinkingarnar verða uppaftur størri, leggur skúlastjórin aftrat.

 

 

 

Myndina eigur Karl Davidsen, og hon er tikin dagin eftir herviliga eldin á skúlanum í Maniitsoq. Skúlin skuldi dagførast, og nú verður roknað við, at hetta arbeiðið verður drúgvari enn ætlað