Hava skrivað undir verjuavtalu í Mekka

Sambært avtaluni er eitt hernaðarligt álop á eitt av londunum at rokna sum eitt álop á øll trý londini í avtaluni

Londini, Saudi Arabia, Turkaland og Pakistan, hava undirskrivað eina sínámillum verjuavtalu.

 

Reuters veit at siga, at avtalan er undirskrivað í Mekka í Saudi Arabia í dag.

 

Sambært verjuavtaluni er eitt hernaðarligt álop á eitt av londunum at rokna sum eitt álop á øll trý londini.

- Málið við avtaluni er at tryggja frið, trygd og stabilitet í regiónini, siga londini sambært Reuters í einari frásøgn.