Veðurforsøgnin bendir tó á, at veðrið batnar, sum kvøldið líður, og at longri verður ímillum ælini.
Sambært Veðurstovuni verður lot til frískt lot av suðri, 3 til 8 metrar um sekundið, í støðum upp í 10 metrar um sekundið. Seinnapartin gongur vindurin vesturum til útsynning, samstundis sum ælini verða færri.
Hitin verður 12 til 13 stig seinnapartin, men fellur niður í umleið 10 stig í kvøld.
Tímabýtta veðurforsøgnin siga, at tað kunnu vera nøkur æli seinnapartin. Tó verður talan bert um lítið avfall, og frá umleið klokkan 19 verður væntandi turrari. Vindurin minkar eisini niður í umleið 4 til 7 metrar um sekundið.
Sambært Veðurstovuni verður í kvøld og í nátt samdrigið við onkrum einstøkum æli í støðum, men nógv bendir á, at festivalgestir fáa betri umstøður til konsertirnar seinni í kvøld.











