Í summar hevur Almannastovan gjørt av, at tey skulu ikki veita stuðulsfólk til børn, tá tað snýr seg um skúlagongd.
Hetta hevur Almannastovan gjørt í summum førum, men tey halda seg ikki hava heimild til hetta, og tí vilja tey ikki halda fram við tí.
? Vit royna at hjálpa, og í summum førum eru vit farin longur, enn vit í grundini skula. Vit hava latið stuðulsfólk til børn í skúla, men tað gera vit ikki longur, sigur Petra Joensen, stjóri á Almannastovuni.
? Vit hava í summar gjørt av, at vit kunnu ikki lata stuðulsfólk, tá tað snýr seg um skúlagongd. Tað er ikki okkara arbeiðsøki, men skúlaverkið, sum hevur ábyrgdina av hesum, sigur hon.
Vónleys støða
Í vikuni greiddu vit frá vónleysu støðuni hjá mammu í Klaksvík, sum ikki kann senda spastiska sonin hjá sær aftur í skúla mánadagin, tí hann hevur einki stuðulsfólk fingið játtað.
Drongurin skal byrja í 6. flokki, men sleppur neyvan í skúla mánadagin, tí stuðulsfólkið, sum hann má hava við sær í skúla, er tikið frá honum.
Seinastu árini hevur støðan verið sera ótrygg, tí drongurin hevur havt stuðulsfólk meginpartin av tíðini, men stuðulin er í tíð og ótíð uppsagdur, og mamman hevur tí verið noydd at stríðast fyri skúlagongdini hjá soninum.
Lógarverkið manglar
Stjórin á Almannastovuni vil ikki gera viðmerkingar til hetta ítøkiliga málið, men hon sigur, at tey hava í nøkrum førum latið stuðulsfólk til skúlagongdina hjá børnum, men hetta kunnu tey ikki halda fram við.
? Lógarverkið er ikki til, at vit kunnu lata stuðulsfólk til skúlagongd. Hinvegin kunnu vit veita stuðulsfólk uttan fyri skúlan, og tað gera vit eisini, sigur Petra Joensen.
Eisini drongurin í Klaksvík hevur stuðulsfólk uttan fyri skúlan, men hann kann ikki ganga í skúla, um hann ikki eisini hevur stuðulsfólk við sær har.
Vil hava skil á
Landsstýrismaðurin við almannamálum segði í gjár við Sosialin, at stuðulsfólkaøkið er ein hurlivasi, og at hann vil hava skil á økinum.
Hann heldur, at trupulleikin er, at tørvurin er komin áðrenn lógarverkið, og tí er einki skil á. Lógarverkið fyri stuðulsfólkaskipan manglar, men hon skal nú gerast.
Men hóast gongd nú verður sett á hetta arbeiðið, so eru tað brúkarar og starvsfólk, sum líða undir eini ógreiðari skipan.
Fyrsta uppgávan hjá Almanna- og Heilsumálastýrinum verður at fáa stuðulsfólkini til tilkomin í eina skipan, tí her er eingin heimild at lata stuðulsfólk.
Eini 50 eldri fólk hava stuðulsfólk sum er, men verður lógvarheimild ikki gjørd fyri hesum tilboði, má tað takast aftur.