Í 1995 var tann fyrsta, stóra kappingin innan styrki í Føroyum. Tað var tá Jákup Jacobsen saman við Regini Vágadal, ið skipaði fyri kappingini, har sterkasti maðurin í Føroyum skuldi finnast.
- Tað var ein stór succes, og fólk vóru púra ovfarin av at síggja so stórar og sterkar menn syfta dekk, hála ein bil og lyfta tungar tunnur. Tá í tíðini var tað jú óvanligt, sigur tann í dag 44 ára gamli Jákup Jacobsen, sum eigur og rekur venjingarmiðstøðina Yndi Fitness í Havn.
Nú – 18 ár seinni – er hann framvegis fyrireikari av kappingum innan styrki og fitness, og leygardagin verður enn ein kapping, har tey bestu innan fitness í Føroyum skulu finnast, og har Jákup Jacobsen skipar fyri.
- Tað er munandi lættari at skipa fyri styrki og fitness kappingum í dag, í mun til hvat tað var fyri næstan 20 árum síðani. Í dag vita tey flestu, hvat hesar kappingarnar innihalda, og hvussu hart og miðvíst luttakararnir venja fyri at vera við, sigur Jákup Jacobsen.
Dugdi ikki fótbólt
Umframt at hava staðið á odda við at fyrireika kappingar millum sterkar og fimar føroyingar hevur Jákup Jacobsen altíð sjálvur havt stóran áhuga fyri at venja styrki.
- Eg vildi altíð vera ordiliga sterkur, tá eg var barn og ungur, men eg gjørdi sum so einki við tað. Sum flest aðrir dreingir tá gekk eg til fótbólt, men eg var ótrúliga vánaligur, og tað var ongantíð eg. Men tað var líkasum tað, sum dreingirnir á mínum aldri gjørdu av ítrótti tá, so eg var bara við, greiðir Jákup Jacobsen frá.
Tað var ikki fyrr enn í áttatiárunum, at havnarmaðurin fór undir at venja við vektum, sum seinni skuldi vísa seg at blíva hansara lívvstarv.
- Eg hevði fingist eitt sindur við boksing og rann eisini onkrar túrar av og á, men ein skaði í vinstra beini í 1986 gjørdi, at eg fekk hvørki boksa ella runnið. Eg minnist væl, at eg hevði tað ikki serliga gott við als ikki at kunna røra meg og brúka kroppin, soleiðis sum eg var vanur við, greiðir Jákup Jacobsen frá og heldur fram:
- Ein vinmaður mín bað meg koma at trena tað, sum vit tá bara kallaðu vekktrening, og ja, eg havi hildið meg til tað líka síðani, sigur Jákup Jacobsen.
Vandu í kjallara
Í dag venja tey flestu, sum luttaka í styrkikappingum, í góðum venjingarhølum. Soleiðis var ikki í áttatiárunum, tá Jákup Jacobsen byrjaði at venja við vektum.
- Vit hildu til í einum kjallara í einum sethúsum uppi á Ternuryggi í Havn. Har vóru vit nakrir mans, sum vekttrenaðu. Tað stuttliga er, at teir flestu av okkum fáast við styrkivenjing enn tann dag í dag, sigur Jákup Jacobsen.
Styrkivenjing fór ikki júst fram soleiðis, sum vit kenna tað í dag.
- Vit vistu ótrúliga lítið um venjing og ikki minst hvussu mann vandi rætt. Tað gekk fyri seg upp á besta manér. Vit fingu onga vegleiðing, men hugdu eftir hvørjum øðrum, og so var tað onkur, sum hevði sæð okkurt nýtt øvilsi í einum útlendskum blað, og so royndu vit tað, sigur Jákup Jacobsen og flennir.
Hann minnist væl, at hóast styrkivenjing ikki var so vanlig tá, vóru tað nakrir fáir, sum fingust nógv við at lyfta tungt og sóu út sum rættir bodybuildarar.
- Tað var eitt vektlyftarafelag, sum nevndist Bragdið. Har vóru eitt nú Bjarni Reynagarð, sum bleiv ein fyrimynd fyri allar okkum yngru, sum júst vóru byrjaðir at venja við vektum.
Gevst ikki enn
Í næstan 20 ár hevur Jákup Jacobsen verið innan føroyska styrki- og fitnessheimin, og hann hevur øll hesi árini javnan skipa fyri kappingum innan øki.
- Tá eg og Regin Vágadal skipaðu fyri okkaru fyrstu kapping í 1995, bleiv øll kappingin løgd til rættis umvegis telefon. Tað tók okkum líka yvir tveir tímar, og so var alt meir ella minni klárt, minnist Jákup Jacobsen og hevur hug at flenna, tí í dag verða fleiri mánaðir brúktir til at fyrireika styrki og fitness kappingar.
Hann sigur, at stórur munur er á, hvat fólk vita og halda um hetta slagi av venjing og hesar kappingarnar í dag.
- Tað var óvanligt og nakað, sum bert fá fólk fingust við. Nógv settu styrkivenjing og fitness í samband við amerikansku fitnessdrotningina Jane Fonda, tættsitandi súkklubuksur og undirtroyggjur. Tíbetur er hetta broytt. Fólk í øllum aldrum venja í dag bæði harða styrkivenjing og íðka fitness, og sostatt er tað ikki nakað forkunnugt longur, eins og tað var fyri eini 20 árum síðani, sigur Jákup Jacobsen, sum eisini merkir ein vaksandi áhuga fyri teimum kappingunum, hann skipar fyri.
- Tað koma fleiri og fleiri fólk fyri hvørja ferð, onkur slík kapping er, so áhugin fyri hesum ítróttinum er avgjørt til staðar, og tað er sjálvandi gleðiligt, sigur Jákup Jacobsen.
Hóast hann hevur verið við til at fyrireika fitnesskappingar í útivið 20 ár, hevur hann ongar ætlanir um at gevast.
- Eg blívi við, so leingi eg kann og áhugi er fyri hesum kappingunum. Eg tími eisini framvegis væl at stíla fyri kappingunum og vera við til at hjálpa føroyingum, sum fáast við styrkivenjing og fitness, at koma út í heim at kappast.