Tað er í høvuðsstaðnum, at tað mesta gongur fyri seg í kappróðrinum. Í hvussu so er tá ið tað snýr seg um vinnarabátarnar.
Á Vestanstevnu í Sandavági leygardagin vórðu tvær FM kappingar avgjørdar. Ørvur vann fyri sættu ferð í ár, og harvið er hann fullkomuliga suverenur FM vinnari í kappingini millum 8?mannafør. Ørvur vann FM seinast í 1999. Sosialurin ynskir Havnar Róðrarfelag og manningini á Ørvi hjartaliga tillukku við FM heitinum.
Kvinnurnar á Gongurólvi, sum eisini hoyrir til Havnar Róðrarfelag, vunnu eisini FM leygardagin. Teimum verður eisini ynskt hjartaliga tillukku ? bæði felagnum og manningini. Ivaleyst høvdu tær umborð á Gongurólvi ætlað og ynskt, at tað skuldi ganga eitt sindur øðrvísi fyri seg, tá ið tær tryggjaðu sær meistaraheitið. Henda manningin vann FM við Sílinum í fjør. Tá vunnu tær allar seks FM róðrarnar. Í ár hava tær mannað Gongurólv, og undan Vestanstevnuni høvdu tær vunnið allar fimm FM kappingarnar, men nú gjørdust tær ov stuttar til sigurin og endaðu á triðja plássi. Men eingin kann taka frá Gongurólvi, at tær eru FM vinnarar, og ivaleyst fara tær at leggja alt fyri á Ólavsøku, so tær kunnu enda róðrarárið við maner.
Alt úr miðjuni
Áhugin fyri kappróðri tykist vera sera stórur í høvuðsstaðnum. Har býr sjálvandi mesta fólkið, og flestu ungdómarnir eru har, men tað eru fleiri dømi um, at tað ikki altíð sæst aftur, at høvuðsstaðurin eigur mesta fólkið. Men í kappróðrinum er luttøkan í høvuðsstaðnum størst, og hagani eru flestu bátarnir, sum standa seg væl.
Leygardagin átti Havnar Róðrarfelag fýra vinnarar. Umframt Ørv og Gongurólv vunnu dreingirnir við Sílinum og genturnar umborð á Drekanum. Hesar báðar manningarnar hava góðar møguleikar at vinna FM, og tað hava genturnar umborð á Sílinum eisini. Um alt gongur upp hjá Havnar Róðrarfelag á Ólavsøku, so fer felagið at finna fimm FM kappingar. So nógv FM heiti hevur felagið ongantíð áður vunnið. Dreingirnir á Sílinum liggja nógv best fyri í FM kappingini, meðan Blikur av Argjum framvegis er best fyri í gentukappingini.
Knørrafelagið, sum eisini er í Havnini, vann tveir róðrar leygardagin. Bæði kvinnurnar og menninir umborð á Jarnbardi vunnu. Kvinnurnar hava luttikið so stutt, at tær hava ikki møguleika at vinna FM, men tað hava menninir. Teir eru kortini í stórari kapping við Smyril úr Vági.
Nólsoyingur vann leygardagin fyri aðru ferð. Nólsoyingar venja fyri tað mesta á Havnarvág. Teir kappast við Eysturoyingin um FM heitið.