Havnar Svimjifelag var herfyri við í svimjikappingini Poseidon Cup í danska býnum Skive. Kappingin fór fram á langbana (50 m), og við vóru svimjifeløg úr Noregi, Týsklandi og Danmark. Tilsamans vóru umleið 200 svimjarar við í kappingini.
Føroysku svimjararnir stóðu seg væl, serliga tá havt verður í huga, at fleiri av svimjarunum ongantíð høvdu verið á langbana fyrr, og at eingin av svimjarunum hevði vant á langbana áðrenn kappingina.
Kappingin byrjaði leygarmorgun við stafettum, og hjá gentum endaðu liðini hjá Havnar Svimjifelag á 3. og 4. plássi í 4x100 frísvimjing. Fimm minuttir seinni endurtóku dreingirnir úrslitið hjá gentunum og svumu seg til 3. plássið, men vóru bert 9/100 av einum sekundi frá 2. plássinum.
So var støðið lagt, og sum gangurin og hitin í høllini bleiv størri, endaðu HS-svimjararnir fleiri ferðir millum trý tey fremstu plássini.
Í 200 m frí (árg. 83/84) bleiv Karin Gaardlykke nr. 3, Jógvan Joensen bleiv nr. 3 í 100 m frí (árg. 83/84), 7/100 frammanfyri Høgna Jacobsen, sum endaði á 4. plássi, og 7/10 frammanfyri Jóannes á Fløtti, ið endaði á sætta plássi.
Í somu kapping bleiv Kristoffur Hentze nr. 3 (árg. 81/82) og Eivind Eysturoy nr. 3 í opna bólkinum.
Í 100 m ryggsvimjing tryggjaði Bára Gásadal sær fremsta plássið, og Arndis Andreassen bleiv nr. 3. Síðsta kappingin fyrrapartin var 200 m rygg fyri dreingir, og í árg. 81/82 svam Bogi Lenvig seg til eitt trygt 1. pláss, meðan Jóannes á Fløtti í árg. 83/84 bleiv nr. 2.
Nummar tvey í stórari stafett
Eftir døgurðasteðgin var sera heitt í høllini, men tað tyktist ikki nerva føroysku svimjararnar, sum hildu fram við góðu úrslitunum. Av úrslitunum seinnapartin skal serliga nevnast 200 m im í árg. 81/82, har Kristoffur Hentze og Bogi Lenvig blivu ávikavist nr. 1 og 2, umframt 50 m frí í opnum bólki, sum Eivind Eysturoy vann.
Kappingarnar leygardagin endaðu við eini 10x50 m fríari stafett, har hvørt lið fekk eina t-shirt. Hvør svimjari skuldi svimja 50 metrar í hesi t-shirtini, sum síðani skuldi latast víðari til næsta svimjara. Í hesi stuttligu kappingini bleiv Havnar Svimjifelag nr. 2.
Eftir kappingarnar leygardagin lá Havnar Svimjifelag á einum samlaðum 4. plássi í kappingini um at gerast besta felagið.
Frálík úrslit sunnudagin
Tað varð roknað við, at úrslitini hjá Havnar Svimjifelag fóru at gerast enn betri sunnudagin, og dreingirnir løgdu eisini út við at vinna 4x100 m frí nakrar fáar hundraðpartar framman fyri nr. 2, eftir at teir leingi høvdu verið aftanfyri. Men eitt sera skjótt síðsta skifti av Eivind Eysturoy tryggjaðu føroyingunum sigurin.
Genturnar vildu ikki standa í skugganum av dreingjunum, og tær blivu nr. 1 og 2 á 4x100 m blandað.
1500 m frísvimjing hjá dreingjum er um at gerast ein av sterkastu greinunum hjá Havnar Svimjifelag. Bogi Lenvig vann hesa kappingina í árg. 81/82, Høgni Jacobsen bleiv nr. 2 í árg. 83/84 við minni enn einum sekundi upp til vinnaran, og í sama bólki gjørdust Jóannes á Fløtti og Atli B. Andreassen nr. 4 og 5 eftir eina langa og harða kapping. Atli B. Andreassen vann seinni henda dagin 200 m firvald í árg. 83/84, og í somu kapping bleiv Heini Harryson nr. 2 í árg. 81/82.
Sólvá Dam vann 100 m firvald í árg. 83/84, og hálvan tíma seinni var hon eisini á sigurspallinum, tá hon fekk gullmerki fyri sigurin í 200 m blandaðari svimjing (árg. 83/84).
Maiken Petersen endaði eisini ovast á sigurspallinum, eftir at hon vann opna bólkin hjá gentum í 200 m bringusvimjing.
Frálíku úrslitini sunnudagin gjørdu, at Havnar Svimjifelag fór frá 4. plássi upp á eitt samlað 1. pláss í kappingini um at gerast besta felag.