Havnarfólk eru ikki røsk at betala skatt.
Ein uppgerð hjá kommununi vísir, at Havnarfólk skylda kommununi 35,2 milliónir, bara í kommunuskatti.
Vanligir skattaborgarar skylda kommununi 27,8 milliónir í persónsskatti.
Men harafturat skylda partafeløg í býnum kommununi 7,4 milliónir í skatti.
Í fjør mátti kommunan seta 22,4 milliónir av ímóti hesum skattaeftirstøðum.
Kommunan setir av ímóti øllum eftirstøðunum, sum eru eldri enn fimm ár, og ímóti 20% av eftirstøðunum, sum eru yngri.
Nýggjar eftirstøður
Støðan er nevniliga tann, at talan er um eftirstøður, sum hava hópað seg upp hesi seinastu árini, sigur Leivur Hansen, býráðsformaður.
Tvs, at hetta er næstan alt eftirstøður, sum hava hópað seg upp hesi árini, samtíðarskatturin hevur verið í gildið.
Men hvussu ber tað til, at fólk sleppa at skylda so nógvan, vanligan persónsskatt samstundis sum vit hava samtíðarskatt, og skatturin verður tikin beinleiðis av lønini, áðrenn skattgjaldarin fær hana í hondina?
Tað allarmesta er skattur, sum stavar frá tí, at
fólk ikki hava latið sjálvuppgávur inn og so eru tey skattað eftir eini mettari inntøku, sigur býráðsformaðurin.
Gongur ikki
Leivur Hansen er sera misnøgdur við, at kommunan skal eiga so nógvan skatt til góðar hjá borgarunum.
Hetta svarar til yvir 2,5 skattaprosent, tí hvørt prosent gevur einar 13,5 milliónir í kommunuskatti.
Og tað hevði fløvað væl í kommunukassanum at fingið nakað inn av teimum 35 milliónunum, sum standa úti í skatti.
Tí vit hava nokk at brúka pengarnar til.
T.d. høvdu vit kanska fingið ráð at gjørt sáttmálaviðurskiftini hjá kommunalu starvs- og tænstufólkunum eitt sindur betri, leggur hann turrisliga afturat.
Verri enn so nøgd
Leivur Hansen sigur, at tá ið kommunan sjálv hevði skattainnkrevjingina um hendi, var at kalla eingin skattaeftirstøða.
Tí tá var alstórur dentur lagdur á innkrevjngina og kommunan hevði sín egna pantifúta
Men síðani Landið átók sær hetta eftir nýggju skattalógini, sum kom í 1964, hevur kommunan verri enn so verið nøgd við viðurskiftini, tí veruleikin er, at einki skil hevur verið á.
Býráðsformaðurin sigur, at kommunan hevur í nógv ár ligið á landsmyndugleikunum fyri at fáa teir at royna at fáa eftirstøðuna inn.
Men tað hevur gingið ógvuliga striltið, hóast Gjaldsstovan nú hevur lovað okkum at leggja størri dent á innkrevjingina.
Vilja sleppa sjálvi
Leivur Hansen sigur, at tað, sum kommunan vil, er at sjálv at fáa skattainnkrevjingina at umsita.
Vit hava havt stóra líkningardeild, men nú arbeiða bara tvey fólk á henni.
Eitt mál hjá býráðnum er, at skattainnkrevjingin verður tikin frá Landinum og løgd undir kommununa, tí tað er har, hon hoyrir heima.
Býráðsformaðurin sigur, at kommunuskatturin er at kalla einasta inntøkukelda hjá kommununi og teimum dámar einki, kommunan als onga ávirkan skal hava á, hvussu eitt so heilt avgerandi mál verður umsitið.
So leingi, vit ikki hava innkrevjingina um hendi, standa vit á berum, og vit halda, at tað kommunala sjálvstýrið heilt avgjørt eigur at at umfata tað mest týðandi málið fyri kommununa.
Eingin meining í
Leivur Hansen skoytir uppí, at hann, og aðrir kommunalpolitikarir kring landið, leggja alstóran dent á, at styrkja tað kommunala sjálvstýrið.
Vit leggja stóran dent á, at øll tey viðurskifti, sum hava við borgaran at gera, verða løgd undir kommununa at umsita, tí har hoyra tey heima.
Uppií hesum telur hann skattaálíkning og -innkrevjing
Tað er fullkomiliga meiningsleyst, at tey skulu liggja undir landinum.
Eru hetta ikki nýggir tónar úr Havnini. Havnini hevur dáam væl at fingið almennar stovnar í Havn?
Tað er ikki Tórshavnar Býráð, sum hevur strongt á at fáa alt í Havn. Tað eru bygdapolitikarar í Havn, sum hava lagt alt her. tað er løgtingið og landstsýrið, sum hava gjørt tað av. Og havnin hevur ikki átt serliga nógvar landsstýrismenn
Men tað fer so at bera í sær, at Havnin missur arbeiðspláss.
Eg ivist stórliga í, um vit missa nakað serligt. Tí sum er, koma hundraðtals, kanska túsundtals bygdarfólk til Havnar at arbeiða á almennum stovnum, men tey verða øll skattað í kommununi, har tey búgva.
Teir almennu stovnarir, sum eru í Havn eru ikki bara góðir. Í kjalarvørrinum á teimum er eisini nógv negativt og tað er ein spurningur, sum vit eru før fyri at taka ímóti øllum.
Verður umsitingin spjødd um alt landið, fer tað tvørturímóti at lætta tað stóra trýstið, sum er á Havnina hvønn dag m.a. í ferðsluni, sigur Leivur Hansen.