Havnin fær nýggja park

Kirkjumyndugleikarnir í Havn hava stórar ætlanir at gera eina kirkjupark í bøðnum við Vesturkirkjuna, sum skal vera liðug komandi summar. Umframt vakran urtagarð er krúnan á verkinum ein stór standmynd av Sigmundi Brestissyni, sum myndahøggarin Hans Pauli Olsen ger í sambandi við túsundárahaldið

Í sambandi við, at Føroyar hava verið kristnaðar í túsund ár, tók nevndin fyri túsundárahaldinum avgerð um, at tríggjar standmyndir skuldu gerast av Sigmundi Brestissyni, sum skulu reisast í Havn, í Skúvoy og í Sandvík. (Lesið um hetta aðrastaðni á síðuni).
Henda verkætlan er av kirkjuráðnum í Havn knýtt at eini aðrari ætlan, sum arbeitt hevur verið við í longri tíð.
- Í fleiri ár hevur ætlanin verið at gera eina sokallaða kirkjupark við Vesturkirkjuna í Havn ímóti Jóannes Paturssonargøtu og Frælsinum, og tá fyrireikararnir av túsundárahaldinum bóðu Hans Paula Olsen gera standmyndirnar av Sigmundi, hildu vit høvið vera sera gott at knýta verkætlanirnar saman og reisa Sigmund í komandi parkini, sigur formaðurin í kirkjuráðnum, Sjúrður Poulsen.

BGW í gongd beinanveg
Tað er longu avgreitt, at fyritøkan BGW í nærmastu framtíð fer í gongd at gera bøin um til nýggja perlu í Havnini, og Sjúrður Poulsen sigur, at í øllum førum er arbeiðið byrjað um tríggjar vikur.
- Pappírsarbeiðið er so gott sum avgreitt, og eftir at próstadømisráðið hevur gjøgnumgingið verkætlanina frá okkum, verður tað handað stiftstjórnini, og so skal bispur endaliga góðtaka verkætlanina, greiðir formaðurin í kirkjuráðnum frá.

Býráðið latið tvær milliónir
Samlaða verkætlanin við parkini, uttan at standmyndin er íroknað, kostar umleið fýra milliónir. Kirkjan hevur millum tvær og hálvatriðju millión, og so hevur Tórshavnar Býráð rindað hinar báðar milliónirnar.
- Við tað at hetta er ein ætlan, sum hevur týdning fyri og fer at fríðka um býin, vildi Býráðið stuðla, og teir hava verið sera hjálpsamir.

Ein sonn perla
Sambært Sjúrða Poulsen skal parkin eftir ætlan gerast ein sonn perla, sum eisini verður eitt ferðavitjandi stað burturav.
- Við Rættará er ætlanin at hava vatn í parkini við einum hólma, og so verða flisar lagdir sum gøtur. Umframt hetta skal fríðkast um við runnum, blomstrum og grasvølli, og krúnan á verkinum verður Sigmundur Brestisson, sum eftir ætlan skal standa mitt í parkini, greiðir Sjúrður Poulsen frá.

Liðugt næsta summar
Formaður kirkjuráðsins sigur, at væntandi verður gullklumpurin í Havnini liðugur komandi summar.
- Standmyndirnar, sum skulu standa í Skúvoy og í Sandvík, eru á veg til landið, meðan triðja standmyndin í Havn verður tøk nakað seinni í ár, og komandi vár skuldi øll verkætlanin við Sigmundi og parkini verið liðug, sigur Sjúrður Poulsen.
Sostatt kunnu havnarfólk gleða seg til eitt lítið paradís við Vesturkirkjuna komandi summar, og vónandi verður standmyndin av blóðiga stríðsmanninum í forðum ikki so ræðandi, at allur romantiski og idylliski hugnin hvørvur...