HB er ikki at koppa

Havnarliðið vann lættliga á klaksvíkingum Kristi Himmalferðardag. HB hevði tamarhald á dystinum frá fyrsta bríksli, og sigurin var ikki ov stórur. HB er einasta liðið við fullum stigatali, meðan KÍ er einasta liðið við ongum stigi

HB sýndi enn einaferð, at liðið er ógvuliga væl fyri og hevur tað, ið skal til fyri at gerast meistarar. Hósdagin sendu teir KÍ av vøllinum við einum eyðmýkjandi 4-1 tapi, og sigurin var ikki eitt mál ov stórur.
HB hevði tamarhald á dystinum frá byrjan til enda, og tá tekur blaðmaðurin ikki munnin ov fullan. Longu áðrenn fimm minuttir vóru á stadionurinum hevði Jón Rói Jacobsen lagt HB framum.
Hann var sendur avstað í vinstru síðu, og KÍ-verjan megnaði ikki at fylgja við. Hann gjørdist leysur við Meinhardi í málinum, og tann ungi framherjin trillaði bóltin framvið málverjanum. HB hevði tá lagt tónan fyri allan dystin.
HB liðið var frá byrjan av grammari, og viljin at vinna tóktist størri hjá heimaliðnum enn hjá gestunum. Stutt eftir fyrsta málið hevði Rúni Nolsøe eina góða roynd móti málinum. Jón Rói legði útfrá til liðformanninum, men skotið varð væl bjargað av málverjanum.

Uni økir
KÍ megnaði ongantíð steðga tí ágangandi álopsspælinum hjá HB. Ferð eftir ferð sluppu HB-leikarar ígjøgnum, og verjan megnaði einki at gera við tað. Uni Arge var nær við at skora lítla løtu eftir fyrsta málið. Andrew av Fløtum sendi ein bólt innfyri, og Uni Arge var hægstur og setti høvdi á bóltin, men Meinhard fekk tað uttarsta av fingrunum á bóltin, sum brast á tvørstongina.
Uni Arge økti tó til 2-0, tá góðir tjúgu minuttir vórðu leiktir. Rúni Nolsøe fór avstað í høgru síðu og fekk ein bólt oman á baklinjuna. Hann sendi ein góðan bólt innfyri, sum fór uppum málverjan og við handaru stong kundi Uni Arge seta høvdið á bóltin og økja um leiðsluna. Rúni Nolsøe spældi væl á miðvøllinum hjá HB. Hann orkar væl, og hann sást allastaðni á vøllinum.
Tú hevði eina kenslu av, at KÍ-ararnir longu nú vóru falnir í fátt. Kí fekk enn eitt skot fyri bógvin, tá Allan Joensen mátti av vøllinum við einum vøddaskaða beint eftir málið til 2-0.
HB fekk enn ein møguleika, tá Andrew av Fløtum slapp at leysur oman móti málinum. Hann royndi at leggja tvørturum til Una Arge, men Meinhard var vakin og fangaði bóltin.
Tað var ikki fyrr enn móti endanum av fyrra hálvleiki, at KÍ fór at bíta frá sær. Erling Fles fekk tann besta møguleikan hjá KÍ. Allan Mørkøre royndi seg við beinleiðis frísparki, sum rakti ein HB-leikara. Bólturin datt fyri føturnar á Erlingi, sum stóð væl fyri tætt undir málinum. Hann rakti tó ikki bóltin væl, og hann fór langt uppum.
Eisini Hjalgrím Elttør royndi seg við einum skoti frá brotsteigarmarkinum, men Bárður Johannesen kom væl niður og bjargaði.

Linligt eftir steðgin
Dysturin var at kalla avgjørdur fyri steðgin, tí eingin dugdi at síggja, hvussu KÍ skuldi hótta HB av álvara.
KÍ kom tó eitt sindur fyri seg beint eftir steðgin. Klaksvíkingar høvdu nakað av spæli, men tað eydnaðist ongantíð at spæla seg fram til teir stóru málmøguleikarnar. HB-verjan stóð stinn allan dystin. Serliga Hans á Lag spældi væl yvirfyri fyrrverandi liðfelaganum Allani Mørkøre. Hann hevði altíð ein fót fyri og var sera sterkur í luftspælinum.
Allan Mørkøre hevði eitt vandamikið innlegg, sum Jan Dam var um at beina í egið mál, og Hjalgrím Elttør hevði eisini eitt vandamikið skot, sum tó varð blokerað.
Kurt Mørkøre setti síðani seg sjálvan á vøllin nakað seinni fyri Bárð á Lakjuni, ið ikki fekk nógv burturúr, men henda útskiftingin setti ikki nakað merkisvert í gongd.
Rógvi Jacobsen møtti henda dagin gamla felagnum, og hann var nær við at skora fyrsta mál sítt í landskappingini í ár. Rúni Nolsøe legði ein góðan bólt inn í brotsteigin til Rógva, ið var púra leysur. Hóast hann hevði góða tíð, skeyt hann beint á málverjan, sum ikki kom út ímóti beinanvegin.
Eftir fleiri málmøguleikar bragdaði endiliga aftur hjá HB miðskeiðis í seinna hálvleiki. Tað var Uni Arge, sum vann bóltin eftir útspark frá málverjanum. Hann legði bóltin út til Jón Róa í høgru síðu. Hann dró móti málinum, men ístaðin fyri at skjóta, sendi hann tvørturum til Andrew av Fløtum, sum hevði eitt gapandi mál fyri sær, og so stóð 3-0 til HB.
Tað var Jón Rói Jacobsen, sum setti hol á málskjótingina, og tað var eisini hann, sum fekk síðsta málið hjá HB. Jan Dam legði ein góðan bólt inn í brotsteigin. Jón Rói snýtir hegnisliga tann fyrsta verjuleikaran og ger eina skotfintu við tann næsta. Staddur við brotssparksblettin langar hann til uttan møguleika hjá Meinhardi at bjarga.
HB hevði annars gjøgnum dystin fleiri vandamikil álop, har einki spurdist burturúr.
KÍ pyntaði tó um úrslitið, tá dysturin nærkaðist leikloki. Hjalgrím Elttør sendi eitt hornaspark innfyri. Bólturin fór uppum málverjan, og Kurt Mørkøre stóð við handaru stong og beindi bóltin inn.
Nú tveir dystir eru leiktir í landskappingini, hevur HB sum einasta lið fult stigatal. Liðið hevur skotið átta mál móti NSÍ og KÍ, og tað kundi bent á eitt meistaralið. KÍ er hinvegin einasta liðið við ongum stigi. Næsta vikuskiftið tekur KÍ ímóti TB á heimavølli, meðan HB skal spæla ímóti B36 í eini grannauppgerð.

Dysturin í tølum:
HB ? KÍ 4-1 (2-0)
1-0: Jón Rói Jacobsen
2-0: Uni Arge
3-0: Andrew av Fløtum
4-0: Jón Rói Jacobsen
4-1: Kurt Mørkøre

HB: Bárður Johannesen ? Jan Dam, Jóhannus Joensen, Hans á Lag, Tór-Ingar Akselsen ? Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Rógvi Jacobsen ? Andrew av Fløtum, Uni Arge, Jón Rói Jacobsen
KÍ: Meinhard Joensen ? Erling Fles, Harley Bertholdsen, Allan Joensen, Aleksander Djordjevic ? Allan Mørkøre, Heðin á Lakjuni, Hjalgrím Elttør, Jan Joensen ? Bárður á Lakjuni, Ove Nysted