HB er við í Europastríðnum

Europa skráin kostaði nógv, tá ið NSÍ í kvøld misti leiðslu og tapti á Tórsvølli ímóti HB

Í fínum summarveðri á Tórsvølli vann HB 3-1 ímóti NSÍ, tá ið punktum varð sett fyri 17. umfar í Meistaradeildini. Úrslitið ber við sær, at NSÍ misti oddasessin, sum teir gulu og svørtu hava havt í fleiri vikur. NSÍ og KÍ hava sama stigatal, 34, , og málmunurin hjá klaksvíkingum er betri, enn hann er hjá NSÍ.

 

Sigurin ber við sær, at HB nú av álvara aftur er við í kappingini um europeiskt pláss um eitt ár. HB er á fimta plássi við 27 stigum. Tað eru tvey stig fram til Víking, og tað eru trý stig fram til B36, sum hevur spælt ein dyst fleiri enn hini toppliðini.

 

Sunnudagin fer NSÍ at spæla á heimavølli ímóti Skála ÍF, og mánadagin fer HB til Klaksvíkar.

 

Tað er stríggið hjá NSÍ, sum í morgin fer av landinum við kós ímóti Sveis, har FC Lugano hóskvøldið verður mótstøðuliðið.

 

Í kvøld sást tað, at teir í NSÍ eru viðtiknir og slitnir av at spæla so nógvar dystir og ferðast so nógv. Hóskvøldið spældu teir 122 minuttir í Slovenia, áðrenn teir í brotssparkskapping tryggjaðu sær rættin at halda fram í Europa, og teir vóru ikki við hús aftur fyrrenn leygarkvøldið.

 

Í fyrra hálvleiki í kvøld vóru tað ikki so nógvar støður og møguleikar, tá ið NSÍ leikliga var omaná. Fýra minuttir eftir steðgin legði Michal Przybylski gestirnar á odda eftir horna úr høgru. Heldur enn at tað so gekk fyri seg eftir fyritreytunum hjá NSÍ, so var tað heimaliðið, ið av álvara vaknaði og spískaði seg.

 

HB spælararnir arbeiddu meiri, teir fóru at vinna nærdystir, teir syrgdu fyri, at tað var nógv ferð á, og miðskeiðis í seinna hálvleiki fingu teir løn fyri stríðið, tá ið Ári Mohr Jónsson, sum var framrættaður í vinstru, var heilt leysur í brotsteiginum, tá ið hann við høvdinum sendi bóltin í málið eftir sending frá Áka Johannesen, sum longu undan steðginum avloysti skadda Heðin Hansen í miðverjuni.

 

At HB javnaði lyfti heimaliðið, meðan tað sást, hvussu troyttir mótstøðumenninir vóru. Teir høvdu ilt við at flyta liðið fram, tá ið tað kravdist, og tíggju minuttir undan leikloki legði HB seg á odda. Væl upplagdi Heini Sørensen spældi eitt tvey við innskifta Ebiye Moses, áðrenn hann av brotsteigarmarkinum smekkaði bóltin dygst inn við stólparótini.

 

NSÍ royndi at spenna álopsbogan, og einar tvær ferðir var talan um heilt spentar støður í HB brotsteiginum, og so var tað, at Ebiye Moses, sum frammanundan hevði misnýtt í gyltari støðu, varð heilt leysur, tá ið hann setti bóltin í málið.

 

Næsti dystur hjá HB verður mánakvøldið. Meðan teir í HB nú fara at fyrireika seg at fara til Klaksvíkar, so fer KÍ í morgin til Póllands, har dystur í UEFA Europa League verður hóskvøldið.