HB flytur ikki niður

1. DEILD: Eftir sigur á Argjum fyri einari viku síðani, legði NSÍ í kvøld rygg til stórtap í Gundadali

Lukas Giessing skoraði tvey mál og legði upp til tvey mál, tá ið teir næstbestu hjá HB í kvøld vunnu 6-2 heimasigur á Tórsvølli ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ. Mynd: hb.fo

Í kvøld varð farið undir 24. og fjórði síðsta umfar í næstbestu deildini. HB hevði vitjan av NSÍ, og teir gulu fóru undir aftur Tangafjørð við 6-2 tapi. Teir næstbestu hjá HB vunnu stórsigur, og nú man tað vera toluliga vist, at HB, sum stóran part av árinum var í niðurflytingarvanda, ikki fer at flyta niður. HB hevur 32 stig, og tað eru átta stig og frægari málmunur aftur til niðurflytingarpláss.

 

Lukas Giessing skoraði fyrsta málið í ár, tá ið HB fyri einari viku síðani vann 4-3 á Skála. Í kvøld var Lukas Giessing eyðsýndur. Tá ið 27 minuttir vóru farnir, var HB frammanfyri 4-0. Lukas Giessing legði upp til tvey tey fyrstu málini, sum Mikkel Richardt Mortensen og Gilli Róason skoraðu, og so skoraði Lukas eftir lítlari løtu tvey mál.

 

Eftir steðgin økti innskifti Áki D. Samuelsen um munin til 5-0, og so økti Rani W. Sørensen um munin til 6-0. Leivur F. Guttesen, sum í fyrra hálvleiki legði upp til eitt mál, legði eisini upp til 6-0 málið.

 

Síðsta stóra korterið skoraði NSÍ tvær ferðir. Málskjúttar vóru Jørgen Nielsen og Hans Marius Davidsen.

 

At NSÍ tapti so stórt var merkisvert. NSÍ hevur 37 stig og er á triðja plássi, og HB er á sætta plássi við 32 stigum. Leygardagin vann NSÍ 2-1 á útivølli ímóti AB, sum er næstfremst við 38 stigum. At NSÍ einki stig vann á Tórsvølli í kvøld er søtur musikkur á Argjum, tí tað ber við sær, at møguleikin minkaði fyri, at AB verður trýst burtur av heiðursmerkjaplássi og harvið burtur frá beinleiðis uppflyting.

 

 

 

Í dag

 

HB – NSÍ 6-2 (4-0)

 

1-0: Gilli Róason 11.

 

2-0: sjálvmál 19.

 

3-0: Lukas G. Giessing 22.

 

4-0: Lukas G. Giessing 28.

 

5-0: Áki D. Samuelsen 53.

 

6-0: Rani W. Sørensen 69.

 

6-1: Jørgen Nielsen 73.

 

6-2: Hans Marius Davidsen 88.

 

Í morgin

 

EB/Streymur – AB: Rúni Olsen kl. 14.00

 

Víkingur – Skála: Bjarki Danielsen kl. 13.00

 

B71 – KÍ: Áki Leitisstein Hansen kl. 14.00

 

FC Suðuroy – B36: Petur Reinert kl. 13.00

 

Skála231517532746
AB231157443338
NSÍ241149525337
B71221138484036
Víkingur231049564134
HB2410212425232
238510354129
B36227411354925
EB/Streymur227312375224
FC Suðuroy225710334722

 

 

 

Lukas Giessing skoraði tvey mál og legði upp til tvey mál, tá ið teir næstbestu hjá HB í kvøld vunnu 6-2 heimasigur á Tórsvølli ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ. Mynd: hb.fo