HB og KÍ vunnu fyrru steypahálvfinalurnar

HB vann greiðan sigur, meðan KÍ vann tepran sigur

Brá Zakariasardóttir skoraði tvey mál fyri HB

Seinnapartin vóru fyrru hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum leiktar.

 

Nógv talar fyri, at HB verður annað liðið í steypafinaluni 19. september. Á útivølli á Dungasandi í Sørvági vann HB 3-0, har Brá Zakariasardóttir syrgdi fyri tveimum málum.

 

Á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík vann KÍ tepran 1-0 sigur á Víkingi. 

 

HB og 07 Vestur spæla seinnu hálvfinaluna á ovara vølli í Gundadali í Havn, týskvøldið 1. september.

 

Víkingur og KÍ spæla seinnu hálvfinaluna í Sarpugerði í Norðragøtu, mikukvøldið 2. september. 

 

KÍ-Víkingur 1-0 (1-0)

 

1-0 Maria Vinjardsdóttir Johansen (39.)

 

07 Vestur-HB 0-3 (0-1)

 

0-1 Brá Zakariasardóttir (43.)

 

0-2 Julia Naomi Mortansdóttir (50.)

 

0-3 Brá Zakariasardóttir (76.)

 

Kelda: dystir.fo 

 

Brá Zakariasardóttir skoraði tvey mál fyri HB