HB rennur undan

Meðan HB vann 3-1 á heimavølli ímóti B68, so snávaði Víkingur á heimavølli ímóti ÍF, sum fór úr Sarpugerði við 3-2 sigri.

Við 3-2 sigri á KÍ kroysti NSÍ seg inn ímillum Víking og B68. Toftamenn hava nú tapt tvær ferðir á rað, og nú eru teir dotnir niður á fjórða plássið.

Hjá AB og ÍF hevur úrtøkan tær seinastu ferðirnar verið so góð, at hóttanin av niðurflyting er burtur.

Spenningurin um, hvør skal flyta niður, stendur millum B36, KÍ og 07 Vestur. Vágamenn hildu tørn um málleysan javnleik í Streymnesi, inntil vanliga leiktíðin var farin. So skoraði EB/Streymur.

KÍ var á odda 2-0 eftir 1. hálvleik í Runavík, men eftir steðgin koppaði NSÍ øllum sær til fyrimunar.

B36 tapti í gjár 2-0 á heimavølli ímóti AB.

Longu mikukvøldið verður 20. umfar. Sunnudagin 23. august fer B36 í 21. umfari at fáa vitjan av KÍ. Tá verður talan um sannan lagnudyst.

 

19. umfar

B36-AB 0-2 (0-0)

0-1: Rasmus Nielsen

0-2: Stig-Roar Søbastad

 

HB-B68 3-1 (2-0)

1-0: Andrew av Fløtum br 8.

2-0: Andrew av Fløtum 10.

3-0: Bjarni Jørgensen 60.

3-1: Jóhan Petur Poulsen 82.

Reytt kort: Pól Jóhannes Justinussen, B68, 7. og Andrew av Fløtum, HB, 54.

 

Víkingur-ÍF 2-3 (0-1)

0-1: Øssur Dalbúð 38.

0-2: Øssur Dalbúð 53.

1-2: Andreas Lava Olsen 55.

1-3: Balach Sinko 68.

2-3: Súni Olsen br 72.

 

EB/Streymur-07 Vestur 1-0 (0-0)

1-0: Arnbjørn Hansen 90.

 

NSÍ-KÍ 3-2 (0-2)

0-1: Oddmar á Lakjuni 2.

0-2: Stefan Kalsø 45.

1-2: Christian Høgni Jacobsen 53.

2-2: Jann Ingi Petersen 56.

3-2: Karoly Potemkin 77.

 

Støðan

HB 44

Víkingur 34

NSÍ 33

B68 32

EB/Streymur 28

AB 25

ÍF 22

B36 17

KÍ 14

07 Vestur 11

 

20. umfar

Mikudagin 19. august

HB-EB/Streymur

ÍF-B36

KÍ-Víkingur

07 Vestur-NSÍ

B68-AB