HB vann seg fram á fimta pláss

1. DEILD: Hóast B36 tapti greitt í grannauppgerðini, so er tað greitt, at árstalsfelagið sleppur undan at flyta niður

Áki D. Samuelsen skoraði fyri fjórðu ferð á rað, og hann hevur nú skorað níggju mál fyri HB í 1. deild

B36 var á heimavølli á ovara vølli í Gundadali, og HB var á útivølli.

 

Á støðutalvuni var B36 undan grannauppgerðini á áttanda plássi við 30 stigum og hótt at niðurflyting, og HB var á sætta plássi við 35 stigum.

 

HB vann grannauppgerðina 4-1 eftir 3-1 í fyrra hálvleiki. Sigurin ber við sær, at HB, sum í stórum parti av kappingini var hótt av niðurflyting, nú er á fimta plássi. HB hevur 38 stig og eitt meiri enn NSÍ, sum inntil hetta umfarið var við í kappingini um heiðursmerkini.

 

Hóast B36 tapti, so er tað greitt, at B36 fer ikki at flyta niður. Tað kemst av, at bæði EB/Streymur og FC Suðuroy taptu. Undan síðsta umfari er tað greitt, at tað vera hesi bæði liðini, sum fara at flyta niður.

 

Gilli Róason legði HB á odda eftir 9 minuttir, men bara fýra minuttir seinni var javnt, tá ið HB gjørdi sjálvmál.

 

Lukas G. Giessing legði miðskeiðis í fyrra hálvleiki HB aftur á sigurskós, og tá ið stórur hálvur tími var farin, økti Áki D. Samuelsen um munin til 3-1. Seks minuttir undan leikloki staðfesti innskifti Jógvan E. Ósá 4-1 HB sigurin. Hetta var aðruferð, at 17 ára gamli Jógvan E. Ósá skoraði í næstbestu deildini. Fyrra málið skoraði hann 7. august, tá ið HB tapti 4-2 á útivølli ímóti Víkingi.

 

Í 27. og síðsta umfari fer B36 fríggjadagin at spæla á heimavølli ímóti NSÍ, og HB skal til Klaksvíkar.

 

 

 

NSÍ – Víkingur 0-3 (0-1)

 

0-1: Magnus Jarnskor 4.

 

0-2: Signar á Brúnni 46.

 

0-3: Bergur Jákupsson Poulsen 86.

 

 

 

Skála – B71 1-1 (0-1)

 

0-1: Brian Okpala 8.

 

1-1: Niels Pauli Danielsen br 87.

 

 

 

EB/Streymur – KÍ 0-4 (0-2)

 

0-1: Óli Eyðsteinsson Poulsen 21.

 

0-2: Olaf Karstenson Hansen 40.

 

0-3: Boris Dosljak 70.

 

0-4: Dávid B. Andreasen 92.

 

 

 

B36 – HB 1-4 (1-3)

 

0-1: Gilli Róason 9.

 

1-1: sjálvmál 13.

 

1-2: Lukas G. Giessing 23.

 

1-3: Áki D. Samuelsen 32.

 

1-4: Jógvan E. Ósá 84.

 

 

 

AB – FC Suðuroy 6-1 (3-0)

 

1-0: Símin Hansen br 14.

 

2-0: Ardit Murati 35.

 

3-0: Símin Hansen 43.

 

4-0: Símin Hansen 49.

 

5-0: Ardit Murati 88.

 

6-0: Sørin N. Samuelsen 90.

 

6-1: Alexander Holm Kilgour 92.

 

 

 

Skála261628573150
Víkingur261349624243
AB261277523643
B71261259554741
HB2612212505438
NSÍ2611411535837
269611424533
B36268612405630
FC Suðuroy266812405926
EB/Streymur267415406325
Máltindurin 
Clayton Soares B7120
Símin Hansen AB16
Aksel B. Danielsen Skála13
Jónas Warner B7112
Martin Klein Joensen Víkingur12
  

 

Fríggjadagin 29. oktober

 

KÍ – HB

 

Víkingur – EB/Streymur

 

B36 – NSÍ

 

Leygardagin 30. oktober

 

B71 – AB

 

FC Suðuroy – Skála

 

Áki D. Samuelsen skoraði fyri fjórðu ferð á rað, og hann hevur nú skorað níggju mál fyri HB í 1. deild