Heðin hevur álit á ungu monnunum

31 ára gamli superveteranurin, Heðin á Lakjuni, var fegin um, at tað hevði eydnast honum og KÍ liðfeløgunum at hava úrtøku við sær úr Runavík:

- Ungu menninir hava verið sera ágrýtnir undir venjing, og nú vístu teir, at teir megnaðu at standa seg í fyrsta landskappingardystinum. Vit vóna altíð at vinna øll stigini, men tað plagar ofta at vera strevið í Runavík, og sum fyritreytirnar vóru, so eru vit nøgdir við eitt stig, sigur Heðin á Lakjuni.

Umframt Jákup Mikkelsen og Heðin á Lakjuni eru tríggir aðrir veteranar á KÍ liðnum. Allan Joensen og Arnold Joensen vórðu skiftir inn, meðan Jan Andreasen hvørki var á vøllinum ella á beinkinum. Hann var skaddur, men teir rokna við, at hann verður tøkur hósdagin, tá ið 07 Vestur fer at spæla steypadyst í Klaksvík.