Hann hevur verið býráðslimur síðan 1972, og hann hevur leingi gingið við einum borgarstjórasessi í búkinum. Royndi býráðspolitikarin hjá Sambandsflokkinum, Heðin Mortensen, hevur eftir 32 ár í býráðspolitikki, har hann hevur umboðað bæði Uttanflokkalistan og seinni Sambandsflokkin, vunnið seg fram til borgarstjóra í Tórshavnar kommunu.
Hetta varð greitt á middegi mikudagin, tá Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin skrivaðu undir samgongusáttmála fyri tey næstu fýra árini. Borgarstjórasessurin hjá Heðini er kortini ikki komin undir land uttan svørslag, tí hvørgin av partamonnum Heðin í Sambandsflokkinum, Beate L. Samuelsen ella Høgni Mikkelsen, hava skrivað undir samgongusáttmálan.
Ósamdir
Sum skilst høvdu Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin eina skrivliga avtalu í nátt um at halda fram í samgongusamstarvinum, og tað er júst hendan avtala, sum forðar Beatu og Høgna at fylgja nýggja borgarstjóranum í nýggja meirilutan í Tórshavnar býráð.
Heðin Mortensen vísir staðliga aftur, at hann hevur brotið avtaluna við Fólkaflokkin. Hann sigur, at nýggja samgongan hevur tikið fyrilit fyri bæði Beatu og Høgna, og tað stendur teimum frítt í boði at fáa formansessir í nýggju samgonguni
?Avtalan, sum varð gjørd í nátt var bert ein fyribilsavtala, sum skuldi binda partarnar at tosa saman aftur í dag. Vit høvdu hvørki gjørt avtalu um borgarstjóra, samgonguskjal og nevndarsessir, og eg var als ikki nøgdur við útspælið hjá Fólkaflokkinum, og tí valdi eg at royna aðrar leiðir. Eftir mínum tykki er eingin avtala brotin, tí talan var ikki um eina bindandi avtalu, sigur nýggi borgarstjórin
Er Sambandsflokkurin farin í tvíningar í Tórshavnar býráð?
?Mær vitandi er Sambandsflokkurin ikki farin í tvíningar. Vit verða noydd at gera okkum galdandi eftir vánaliga valúrslitið í Havn, og tað kunnu vit við at standa á odda fyri kommununi, sigur Heðin Mortensen.
Hann leggur afturat, at nýggja samgongan hevur tikið fyrilit fyri bæði Beatu og Høgna, og tað stendur teimum frítt í boði at fáa formansessir í nýggju samgonguni.
Hvat hendur um Beata og Høgni siga nei?
Ja, so verið eg einsamallur í samgonguni, tí í politikki er tað einaferð avgerandi at fáa ávirkan, sigur hann.
Spurdur, hvørja støðu floksformaðurin í Sambandsflokkinum, Kaj Leo Johannesen, hevur til innanhýsis stríðið í Sambandsflokkinum, svarar Heðin Mortensen, at floksformaðurin er fegin um, at Sambandsflokkurin hevur fingið borgarstjórasessin í størstu kommunu í landinum.
Fakta: Samgongan í Tórshavnar býráð
Borgarstjóri: Heðin Mortensen
Varaborgarstjóri: Jógvan Arge
Formanssessir:
Fíggjarnevndin: Sambandsflokkurin
Mentamálanevndin: Tjóðveldisflokkurin
Byggi- og býarskipanarnevndin: Javnaðarflokkurin
Tekniska nevnd: Tjóðveldisflokkurin
Sosiala nevnd: Sambandsflokkurin
Heilsu- og umhvørvisnevndin: Javnaðarflokkurin
Havnarnevndin: Tjóðveldisflokkurin
Mynd: Heðin:
-Eg var als ikki nøgdur við útspælið hjá Fólkaflokkinum, og tí valdi eg at royna aðrar leiðir. Eftir mínum tykki er eingin avtala brotin, tí talan var ikki um eina bindandi avtalu, sigur nýggi borgarstjórin, Heðin Mortensen
Mynd: Jens Kr. Vang