Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, vil ikki siga um hann framvegis bjóðar seg fram at verða formaður í Javnaðarflokkinum, hóast eitt mótvalevni hansara, Aksel V. Johannesen longu hevur tryggjað sær meiriluta fyri at verða nýggjur formaður í Javnaðarflokkinum.
Tað er nú er greitt, at fimm javnaðarfelg við tilsamans 87 atkvøðum av teimum 143, sum eru tilsamans, stuðla Akseli V. Johannesen í at gerast nýggjur formaður í Javnaðarflokkinum.
Tey eru:
Norðoyar Javnaðarfelag við 20 atkvøðum
Eysturoyar Javnaðarfelag við 25 atkvøðum
Norðstreymoyar Javnaðarfelag við 8 atkvøðum
Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag 22 atkvøðum
Vága Javnaðarfelag við 12 atkvøðum
Tey, sum higartil hava boðað frá, at tey stuðla Heðini Mortensen eru:
Suðuroyar Sunnara Javnaðarfelag við 12 atkvøðum og Javnaðarfelag í Sandoy við sínum átta atkvøðum.
Nú er so bara felagið hjá Heðini Mortensen sjálvum, Suðurstreymoyar Javnaðarfelag, sum hevur 36 atkvøður, ið ikki hevur tikið støðu, men tað verður á fundi í kvøld.
Men sama um tey vísa á borgarstjóran í Havn, kann hann í mesta lagi frá 56 atkvøður aftur ímóti teimum 87 hjá Aksel V. Johannesen.
Tað einasta, sum kann broyta hesa støðu, er, at tey ymsu feløgini velja øðrvísi á sjálvum formansvalinum, enn tey longu hava boðað frá, at tey fara at atkvøða.
Sjálvur vil Heðin Mortensen einki siga um hann framvegis stendur við, at hann er valevni til formanssessin.
- Eg haldi, at tað er avgerðandi, at øll limafeløgini sleppa at taka sína støðu í friði og náðum, so eg sigi onki enn, sigur Heðin Mortensen.
Annars segði John Johannessen við útvarpið í gjárkvøldið, at verða boð eftir honum, er hann framvegis fúsur at stilla upp.
Men hann gjørdi samstundis greitt, at hann stuðlar fult og heilt tí, sum valdur verður til formann.
Freistin at stilla upp valevnið til formansvalið er úti á middegi í morgin, mikudagin, og á eykalandsfundi leygardagin skal nýggjur formaður veljast.