Hedegaard virkar nú í USA

Prædikumaðurin Christian Hedegaard arbeiðir nú á einari av vandamiklastu gøtunum í USA

Í vikuni skrivaði Kristeligt Dagblad, at danski Evangelist trúarfelagsskapurin, sum eisini hevur verið virkin í Føroyum, er minkaður burtur í einki og bert savnar millum 10 og 15 fólk til síni møti. Hesum afturvísur Christian Hedegaard, sum var oddamaður í Evangelist og framvegis virkar vegna felagsskapin.

- Evangelist kirkjan, sum verður umtalað í hesum sambandi, er ein sjálvstøðug kirkja, sum spratt úr Evangelist felagsskapinum. Evangelist felagsskapurin sjálvur hevur framvegis 700 limir – teirra millum nógvar í Føroyum – og felagskapurin er framvegis sera virkin, hóast vit ikki hava somu styrki og stødd, sum vit einaferð høvdu, sigur Christian Hedegaard.

Rættarmál um kvaksalvarí og nógv neilig umrøða í miðlunum hevur havt avleiðingar fyri undirtøkuna og virksemið hjá Evangelist. Christian Hedegaard og hansara familja vórðu fyri tveimum árum síðani útsend av Evangelist til USA, har tey virka millum fólk, ið hava vánalig sosial kor í einum av harðastu býarpørtunum í USA.

- Á einari ferð í USA kendi eg tað sum eitt kall at fara higar at virka millum heimleys, skøkjur, rúsevnamisnýtarar og onnur í einum býarparti, sum er ógvuliga harður at búgva í. Vit hava upplivað óteljandi bardagar, herverk og stuldur, og fólk eru skotin her á gøtuni, hesa tíðina vit hava verið her, sigur Christian Hedegaard.

Arbeiðið í Orlondo í Florida byrjaði umvegis ein endurnýtsluhandil, har tey eisini gjørdu mat til heimleys. Nú hava Christian Hedegaard og hansara hjálparfólk gjørt eina kirkju í einum gomlu felagshúsi á gøtuni, og kirkjan er nú miðdepil fyri teirra virksemi.

- Tað hevur mangan verið hart hjá okkum við øllum herverkunum og stuldrunum, men nú kenna vit veruliga, at tað gongur framá. Okkara kirkja veksur, og vit hjálpa fólk við mati og boðskapinum um Gud. Eisini geva vit fólki frálæru í handli og online sølu fyri at hjálpa teimum víðari, sigur Christian Hedegaard.

Í 2011 var Christian Hedegaard dømdur 40.000 krónur í bót fyri at hava viðvirkað til, at heilivágur var tikin frá sálarliga sjúkum fólkum, sum í staðin skuldi biða og fasta fyri at gerast frísk. Hetta mál gjørdist ein stór forðing fyri hansara virkemi í Danmark, men Hedegaard noktar fyri, at tað var høvuðsorsøkin til, at hann fór úr Danmark.

- Hevði eg ikki kent eitt kall á mær at fara til USA at virka, hevði eg ikki verið farin úr Danmark, hóast mítt umdømi var nógv skatt av negativu miðlaumrøðuni og rættarmálinum, sigur Christian Hedegaard.