Heiðrikur á Heygum ger fløgu

Heiðrikur á Heygum hevur serliga á myspace gjørt vart við seg seinastu árini við sínum sera egna tónleiki, bæði sum einstaklingur og í bólkinum High Hat.

Tónleikur

Nú er fyrsta fløgan hjá 23 ára gamla føroyska elektroniska tónasmiðinum og sangaranum á trappunum. Heiðrikur hevur lagt tónleik av fløguni á sína nýggju myspace síðu, www.myspace.com/heidrik, har ber til at hoyra 4 løg av fløguni An Invisible Gun, trý løg sum liggja í ljóðfílum og eitt sjónbandalag.
Talan er um elektroniskan tónleik, ið Heiðrikur sjálvur lýsur sum kompleksan, dansbaran og nýhugsandi.
Fløgan er framledd av elektronisku duoini High Hat, Brynjolfi av Heygum úr Side Effect og Heiðriki sjálvum.
At døma eftir løgunum er talan um, eitt tað mest gjøgnumførda verkið innan elektroniskan tónleik, síðan Maður:Glotti.
Teksturin dregur íblástur frá dagdreymunum hjá Heiðriki og hansara frusteratiónir í isolatión í Føroyum.
Christoffer Berg, ið m.a. er kendur sum ljóðblandari hjá The Knife, hevur ljóðblandað fløguna í Music-A-Matic upptøkuhølunum í Svøríiki.
Á fløguni eru 11 sangir. Tað hevur ikki borið til hjá okkum, at fáa endaliga útgávudagin, men tað skilst at fløgan er til reiðar til útgávu. Inntil hon kemur út, ber til at uppliva tónleikin á myspace síðuni.