Lukas Graham hevur vunnið tvær heiðurslønir farnu dagarnar og hevur nú eisini tikið Svøríki við stormi.
Framgongdin hjá poppbólkinum Lukas Graham tykist ongan enda fáa. Seinastu tvey árini hevur bólkurin spælt seg upp á tindin í Danmark, og eisini uttan fyri Danmark hava alt fleiri fangað tónleikin hjá bólkinum.
Hóskvøldið fekk Lukas Graham eina MTV heiðursløn handaða fyri at hava verið besti danski bólkur farna árið. Fríggjakvøldið vann Lukas Graham saman við Suspekt P3 heiðursløn fyri ársins hitt við sanginum Søndagsbarn.
Harafturat er Lukas Graham eisini í uppskoti til fleiri heiðurslønir til Danish Music Awards seinni í ár.
Lukas Graham fegnast eisini um, at bólkurin nú er ovast á hitlistum í Svøríki, har sangurin ”7 Years” hevur slóðað fyri frambrotinum. Og seinastu vikurnar hevur Lukas Graham spælt konsertir í eitt nú London, Berlin, Oslo og Hamburg.
Lukas Graham spælir konsertir í Havn fríggjakvøldið og leygarkvøldið.