Heili ellivu tilburður afturat av koronu

Tey eru øll smittað í Føroyum

Í gjár vórðu 11 nýggir tilburðir staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Úrslitið byggir á í alt 119.432 kanningar.

Allir persónar eru smittaðir í Føroyum og teir flestu tilburðirnir hava samband við aðrar staðfestar tilburðir.

Tey smittaðu eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina, sum er sera víðfevnd. Í gjár vórðu 3.581 kanningar gjørdar. 

Tilsamans hava nú 448 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 414 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 34 persónar smittaðir í løtuni.

Eingin er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna.