Góða Omma
Nú kom so dagurin hjá tær, tá tú bleiv tikin heim. Tað hendi so brádliga, -hevði ikki væntað, at tú skuldi fara, meðan vit vóru burturstødd, men tað er nú so, at tíðin vit eru í, hana kenna vit, men tíðina ið kemur, kenna vit ikki - og tað er bara gott.
Men Omma! Eg vil takka tær so nógv, fyri tað tú hevur verið fyri meg, tað eru bara so nógv, nógv góð minnir ið eg havi. Minnist so væl, tá ið eg var lítil, at eg plagdi at koma oman til tín at spæla kort, tað var so stuttligt.
Tú var altíð full av orku, um kvøldarnar plagdu vit at gera brússukur, viðhvørt miseydnaðist tað, men tú segði, at tað gjørdi einki, tí vit gera bara umaftur, tíðin var ongantíð nakar trupuleiki fyri teg.
Tú vart eisini so sera ungdómmilig, tú vildi altíð vita hvat tey ungu gjørdu. Tú spurdi, vísti so stóran áhuga fyri okkum, vit kundu eisini tosa við teg um alt, so eftir tínum sinni, kundi ikki sigast, at tú vart 90 ár.
Tú vart væl fyrireikað at fara heim. Tú hevði selt húsini, deilt alla tína ogn, og enntá samlað pening til at gjalda ervið og alt við. Tú vildi ikki, at nakar skuldi hava stríð av tær.
Og so hevði tú eisini títt ynski um, á hvønn hátt tú vildi sleppa burtur her frá - ein stillan deyða,- og sigast kann, at tú fekst títt ynski uppfylt, og tað eri eg glaður og takksamur fyri, tína vegna.
Eg veit, at tú nú hevur tað gott heima hjá Jesupápa. Eg komi at sakna teg sera nógv, men eg vil bara takka tær so nógv fyri alt, sum tú hevur verði fyri meg, tað seti eg sera stóran prís uppá.
Vit sita her í Melborne, so langt frá tykkum, men tankar okkara eru hjá tykkum.
Heilsan,
Rógvi Jacobsen