Heini Olsen og Heini Danielsen luttóku í vikuskiftiskapping í Espegærde seinast í farna mánaða. Heini Olsen, sum hevur havt eitt talvár væl undir miðal, vann kappingina sera trygt. Honum eydnaðist at fáa hálvtfimta stig av fimm møguligum, har hann hav hálva stigið til Heina Danielsen, sum eisini hevði eina góða kapping við sínum hálvum fjórða stigi og øðrum plássi. Tvey góð úrslit sæð við føroyskum eygum.