Heita á fólk um at brúka munnbind

– Munnbind er ein góð verja fyri teg sjálvan og onnur. Hugsa um hendan møguleikan, sigur Michael Boolsen, fúti

Nú mæla myndugleikarnir til, at munnbind skal verða brúkt í størri mun í almenna rúminum. Hetta skal vera á støðum, har óskipaðir bólkar koma saman, eins og vit hava sæð í øðrum londum í seinastuni. 

Munnbind er tó ikki eitt krav, men tað verður mælt til at brúka tað.

– Munnbind er ein góð verja fyri teg sjálvan og onnur. Hugsa um hendan møguleikan, sigur Michael Boolsen, fúti.

– Tað er bara so viktigt, at vit øll skilja, at hetta er okkara felags ábyrgd, segði hann.

Felags ábyrgdin snýr seg um at hava gott reinføri, vaska og spritta hendur og halda frástøðu, segði hann og vísti víðari á markið við frástøðuni. 

– Vit siga 1-2 metrar. Hetta er galdandi í almennum økjum. Til dømis tá mann keypir inn, tá er tað viktigt við tveir metra frástøðu, sigur Michael Boolsen.

– Vit í farsóttanevndini taka hetta í størsta álvara. Koronatíðin er ikki liðug. Tað er óhugsandi, at smittan ikki skal røra føroyska samfelagið, sigur hann.