Heldur eingin korona-tilburður afturat í gjár

Hetta er triði dagurin á rað við ongum smittutilburður

Heldur ikki í gjár var eingin tilburður av koronu staðfestir í Føroyum. Tað sigur Heilsumálaráðið í morgun. Tilsamans vórðu 529 fólk kanna fyri koronu í gjár og tilsamans eru nú 84.934 kanningar gjørdar í Føroyum.

Hetta er triði dagurin upp í slag, at eingin tilburður av koronu er staðfestir í Føroyum

Men í gjár vórðu kortini fleiri nýggir tilburðir staðfestir umborð á einum russiskum trolara, sum nú liggur við bryggju í Kollafirði. Øll manningin, sum telur 77 mans, varð kannað, og 29 tilburðir vórðu staðfestir. 

Sostatt hava nú 410 persónar fingið staðfest smittuna í Føroum. 337 eru staðfest frísk aftur, og í løtuni eru 73 persónar smittaðir.

Fimm fólk eru innløgd á Sjúkrahús í samband við koronu og tvey av teimum liggja á intensivu deild. 

Pál Weihe, yvirlækni sigur, at gongdin seinastu dagarnar hevur honum góðar vónir. Les meiri um tað HER.