Síðani Jógvan Martin Olsen tók við sum landsliðsvenjari, hevur John Petersen virkað sum hjálparvenjari. Og venjarastarvið á Skála nertir ikki við hendan sessin.
- Eg tosaði við Jógvan Martin alt fyri eitt, og hann hevur so eisini tosað við FSF um tað. Tað var tíbetur eingin trupulleiki frá teirra síðu, so tann parturin av málinum er í lagi.
- Sjálvur haldi eg heldur ikki, at tey bæði venjarastørvini nerva hvørt annað. Sjálvandi kunnu onkrir vansar vera, men hinvegin eru eisini fleiri fyrimunir við, at eg nú skal virka í Føroyum, so alt í alt haldi eg, at hetta togar tann rætta vegin á júst tí økinum, heldur John Petersen.