Løgmansrøða
John Johannesen segði, at løgmaður í síni røðu á ólavsøku vísti stóra virðing fyri teimum, ið undan fóru og helt, at hetta bæði var hóskiligt, virðiligt og júst nakað, hann hevði væntað frá Kaj Leo Johannesen, sum leggur stóran dent á virðingina fyri tí einstaka.
- Vit eru umboð hjá fólkinum til at taka avgerð vegna fólkið. Tí eigur politikkur at snúgva seg um menninskjavirðing, menninskjavirði og menniskjatilfeingi. Styrkin í einum samfelag er, um øll trívast og kunnu taka aktivt lut og kenna at tey taka aktivt lut. Tað eru ikki kaldar justeringar í einum rokniarki, ið styrkja og menna eitt samfelag. Tí er størsta avbjóðingin at halda fast í at skapa eitt samfelag, har tann einstaki kennir seg væl í felagsskapinum, kennir seg at taka lut og gera mun í felagsskapinum - kennir seg til nyttu og virdan. Í hesum liggur tann sterkasta trygdin fyri øktum kappingarføri, fyri einum sterkum búskapi og áhaldandi búskaparvøkstri. Tað er sanniliga ikki rokniarkið, men menniskjað, sum skapar framburð, helt løgtingsmaðurin fyri.
Hann vísti aftur á røðuna, har løgmaður segði, at vit í dagliga politiska arbeiðnum eru ósamd um, hvussu vit skulu skipa okkum í landinum. Men soleiðis er politikkur, segði løgmaður, sum legði aftrat, at hann alla tíðina kennir á sær, at undir øllum, sum gjørt verður og tí, vit eru, býr savningarmegin í samfelagnum.
- Uttan at koma við nakrari niðurstøðu, havi eg hug at seta fram spurningin, um tað í dag veruliga er savningarmegin, ið er grundleggjandi og býr undir øllum.
Í hesum viðfangi reisti John spurningin, um politikarar gera sítt arbeiði til lítar.
- Brúka vit orkuna til í felag at finna fram til bestu loysnirnar fyri samfelagið og tann einstaka í felagsskapinum - ella eru vit farin at brúka orkuna negativt? Er tað heldur spjaðingarmegin, ið hevur fingið fastatøkur á okkum? Eru vit farin at ganga á odda í at bróta niður, í at leita eftir tí negativa og at leggja fótonglar heldur enn at byggja upp? Hava vit kjak um, hvussu vit á bestan hátt kunnu brynja samfelagið til avbjóðingarnar - ella brúka vit talutíðina og politiska virksemið annars til at lasta hvønn annan? spurdi løgtingsmaðurin, ið sum nevnt ikki kom við síni egnu niðurstøðu.
Og so kortini legði hann aftrat.
- Kann hetta smitta út í samfelagið, so spjaðingarmegin gerst alt meira ráðandi, júst í hesum avbjóðandi tíðum, har tað er ógvuliga umráðandi, at júst savningarmegin er so sterk sum gjørligt?
Hann helt, at hetta eru spurningar, sum løgtinglimir eiga at hugsa um, nú hol verður sett á nýggja tingsetu.
Truplar tíðir
John Johannesen segði, at føroyska samfelagið stendur yvirfyri stórum avbjóðingum í hesum tíðum, og tí er skilligt, at ikki er so lætt at koma við stórum armsveiggjum í hesi løgmansrøðu.
- Men umráðandi er hjá løgmanni at halda fokus á tað, sum skal til her og nú fyri at tryggja liviumstøðurnar hjá føroyska fólkinum. Røðan er sjálvsagt merkt av heimsumfevnandi fíggjarkreppu. Men vit mugu kortini ikki gloyma at líta frameftir. Hugsjónarligt grundfesti og fakliga arbeiðið í Visjón 2015 eru góð amboð til tess.
Formaður Javnaðarfloksins á tingi segði, at uttan mun til, hvussu stórt búskaparliga hóttafallið verður, eiga Føroyar at sláa manngarð um grundleggjandi vælferðartænasturnar í samfelagnum, eitt nú sjúkrahúsverk, skúla og allar almennar skipanir, ið eru til at lofta fólki og hjálpa til, at tey so ella so aftur kunnu fáa ein aktivan lut í samfelagnum.
- Men loftar vælferðarsamfelagið Føroyar nóg væl, og ber tað veruliga nóg væl við til at hjálpa fólki at økja sær um førleikarnar, so tey kunnu koma styrkt víðari? spurdi hann, samstundis sum hann vísti á batar í eitt nú ALS-skipanini.
Ungdómurin
Løgtingsmaðurin segði seg tó ivast í, um orð løgmans um, at eingin skal vera noyddur at flyta av landinum vegna arbeiðsloysi kunnu tryggja, at eingin burturflyting verður.
- Eftir mínum tykki eiga vit at brúka orku til fleiri aðrar týdningarmiklar tættir, um løgmaður skal geva sær vón um at halda hetta lyftið.
John vísti í hesum viðfangi á tað neyðuga í, at fíggjarorka verður sett av, so allur ungdómur, ið søkir inn á miðnám, sleppur inn.
- Hetta er alneyðugt fyri at byrgja upp fyri einum vaksandi ungdómsarbeiðsloysi. Fáa vit eitt ov vaksandi ungdómsarbeiðsloysi, kann hetta fáa ógvuliga óhepnar avleiðingar fyri samfelagið langt inn í framtíðina. Harumframt kann hetta hava við sær keðiligar sosialar og menniskjaligar avleiðingar. Tí er ógvuliga umráðandi og avgerandi, at samgongan og tingið stendur fast um áður gjørdu avtaluna, um at játta neyðuga peningin, so ungdómurin kann velja miðnám fram um arbeiðsloysi. Haraftrat eiga vit sjálvsagt at verja um víðari útbúgvingarnar í Føroyum og eisini at skapa fyritreytir fyri øktum útbúgvingartilboðum, segði John Johannesen, sum vísri á ymiskar møguleikar í hesum sambandi.