Helgi Abrahamsen avloysir Magnus Rasmussen

Helgi Abrahamsen tók sæti á tingi í dag, nú Magnus Rasmussen er farin í farloyvi

 

Á dagsins tingfundi boðaði tingformaðurin frá, at Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, fer í farloyvi.

 

Royndi løgtingsmaðurin, Helgi Abrahamsen, er næstur á listanum, og hann skal avloysa Magnus Rasmussen, meðan hann er í farloyvi. Helgi Abrahamsen hevur tískil tikið sæti á tingi aftur í dag.

 

Næsti tingfundur verður týsdagin 6. november.