Helle vil ikki liggja veðurføst

Vánaligu veðurvánirnar um vikuskiftið gera, at Helle Thorning-Schmidt hevur avlýst vitjanina í Føroyum. Nú kannar Javnaðarflokkurin um tað kortini ber til at hoyra hana á landsfundinum umvegis, nú tøknin er so framkomin.

Ætlanin var, at Helle Thorning Schmidt, forkvinna hjá donsku Sosialdemokratunum, skuldi vera gestarøðari á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum um vikuskiftið.

- Nú fólkatingsvalið varð útskrivað í gjár, hava vit veruliga roynt at fáa Føroyavitjanina at passa inn í skránna hjá Helle. Men veðurvánirnar í Føroyum komandi dagarnar eru somikið ivasamar, at vit kunnu ikki risikera, at hon situr veðurføst har uppi, sigur pressutalsmaðurin hjá donsku Sosialdemokratunum, Morten Nielsen, við Sosialin.

- Vit harmast sjálvandi nógv um, at Helle Thorning-Schmidt ikki kemur, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum. Kortini sigur hann seg skilja, at danska valstríðið er somikið stutt og hvør tími er virðismikil.

- Eg skilji á lagnum, at tey óttast, at hon kemur at sita føst her uppi í fleiri dagar kanska. Og tað hevði helst ikki verið so heppið, viðgongur hann í morgun.

Spurdur, um flokkurin hevur onkran annan í skjáttuni, sigur floksformaðurin, at ongar ætlanir eru um tað, nú í evstu stund.

- Men vit hava ikki givið heilt upp enn. Nútímans tøkni hevur nógvar møguleikar, og tað er ikki óvist, at vit kortini sleppa at hoyra Helle Thorning-Schmidt í Norðurlandahúsinum fríggjadagin yvir telefon ella Skype, sigur Jóannes Eidesgaard.

Helle Thorning Schmidt ringdi sjálv til Jóannes Eidesgaard, formann í Javnaðarflokkinum, í gjárkvøldið, og boðaði frá, at hon fór tíverri ikki at koma upp á vitjan áðrenn fólkatingsvalið.