Helst liggja 31 fólk jarðað í leivdunum

Fleiri fólk eru handtikin í samband við eldin, og sambært løgregluni er væntandi, at ákærur verða reistar um óviljað manndráp

Løgreglan í Hongkong hevur nú verið inni í øllum blokkunum, sum brendu í herviligum eldi fyri einari viku síðan.

 

Staðfest er, at 159 fólk hava latið lív, og hóast løgreglan nú hevur verið inni í øllum blokkunum, eru framvegis 31 fólk saknað.

 

Hetta veit Reuters at siga í morgun.

 

Løgreglan væntar, at tey, sum framvegis eru saknað, kunnu liggja jarðað í leivdunum av tí, sum er eftir av brendu blokkunum.

 

Fleiri fólk eru handtikin í samband við eldin, og sambært løgregluni er væntandi, at ákærur verða reistar um óviljað manndráp.

 

Løgreglan heldur nevniliga, at eldurin stóðst av, at bygningarnir vóru í holt við at vera pussaðir upp.

 

- Bygningarnir vóru eitt nú klæddir við stórum plastneti og arbeiðspallum úr bambus, veit tíðindastovan Reuters at siga.