info
Ongi úrslit

NordForsk játtar 3 mió. kr. til føroyskar granskarar

Føroyskir granskarar hava fingið tilsamans 3 mió. kr. í stuðli frá NordForsk til tríggjar ymiskar granskingar- og samstarvsverkætlanir.

Eirikur Lindenskov
3. desember 2025 kl. 08:41

Tíðindaskriv, Granskingarráðið:

Størsta játtanin er til Máltøknidepilin á Fróðskaparsetrinum. Barbara Scalvini og Iben Nyholm Debess, granskarar á Máltøknideplinum fáa umleið 2,2 mió. kr. til eina verkætlan um skynsama nýtslu av vitlíki. Hendan verkætlanin verður stýrd av Keypmannahavnar Universiteti. Les meira um verkætlanina her

Granskarar á tveimum føroyskum granskingarstovnum hava harumframt fingið tilsamans 796.000 kr. til at luttaka í eini verkætlan um norðurlendskt granskingarinfrakervi, sum er stýrd av tveimum universitetum úr Noregi. Jóhannus Kristmundsson, ph.d. lesandi á Náttúruvísindadeildini, og Regin Fjallsbak, KT-leiðari, á Fróðskaparsetrinum, hava fingið slakar 500.000 kr. Noomi Gregersen, ph.d., leiðari í Heilsustýrinum, hevur saman við fimm øðrum starvsfólkum fingið umleið 300.000 kr.

Verkætlanin, sum Fróðskaparsetrið er við í, kallast Nordic-Baltic Dataverse Hub.Her eru 17 luttakarar frá 6 stovnum úr 6 londum við.

Verkætlanin, sum Heilsustýrið er við í, kallast The Nordic Biobank Network. Her eru 35 luttakarar frá 13 stovnum úr 6 londum við.

Fleiri umsóknir verða játtaðar

NordForsk, ið er granskingarstovnurin hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum, hevur játtað munandi fleiri umsóknir úr Føroyum, eftir at Føroyar gjørdust fullgildur limur í NordForsk fyri skjótt trimum árum síðani.

Arne Flåøyen, stjóri í NordForsk, hevur júst verið á vitjan í Føroyum fyri at kunna um arbeiðið í NordForsk. Hann heldur, at limaskapurin hevur gjørt Føroyar meira sjónligar.

- Tað hevur gjørt stóran mun, at Føroyar nú eru fullgildur limur. Granskarar aðrastaðni síggja Føroyar betur, og føroyingar verða bodnir við í partaløg nógv fyrr í tilgongdini enn áður, sigur hann.

Útboðini hjá NordForsk snúgva seg ofta um evni, sum eru viðkomandi á okkara leiðum, og sum føroyskir granskarar arbeiða við. Seinasta árið hava granskarar á Fróðskaparsetrinum og Havstovuni fingið stórar upphæddir til luttøku í granskingarverkætlanum.

Mest lisið hesa vikuna

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Simme Musikkhús heldur fram

12 tímar síðan

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

Í gjár kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

TMS Ringsted vann og Mors-Thy tapti

8 minuttir síðan
Fótbóltur

Tór-Ingar ætlar sær ikki at flyta niður

24 minuttir síðan
Tíðindi

12 deyð og fleiri enn 300 særd í Saudi Arabia

25 minuttir síðan
Hondbóltur

St. Gallen var aftur fyri tapi

48 minuttir síðan
Fótbóltur

Niðara endaspælið: B36 vann á FC Suðuroy

1 tími síðan
Fótbóltur

Øll vilja hava Ronaldo aftur á landsliðið

2 tímar síðan
Tíðindi

Trump: - Uppá tíðina at Ukraina fær nýggjan forseta

2 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Vinnumessan við Tjarnir

2 tímar síðan
Fótbóltur

Samuel og liðfelagarnir vunnu annan dystin á rað

2 tímar síðan
Tíðindi

75 prosent siga nei – nú verð­ur mót­mælt móti laksa­al­ing á Seyðis­firði

2 tímar síðan
Ítróttur

Tóri og Jenny fyrstu føroyameistararnir í rørslumegi

3 tímar síðan
Tíðindi

Saltfiskur av Bankanum

4 tímar síðan