Helst val í Italia í apríl

Italski forsetin, Giorgio Napolitano, fer ætlandi at senda tjóðartingið til hús og at skriva út nýval Í gjárkvøldið boðaði formaðurin í italska senatinum, Franco Marini, frá, at hann var givin við sínum royndum at skipa eina fyribilsstjórn.

Sostatt slepst neyvan undan vali, og í Rom verður roknað við, at forsetin fer at senda tingið til hús, og at val verður í apríl. Fleiri floksformenn vóru annars fyri at skipa eina fyribilsstjórn, soleiðis at tingið kundi broyta vallógina fyri at avmarka møguleikarnar hjá teimum smáu flokkunum at fáa umboð í tingið. Tey flestu vilja vera við, at tað eru teir smáu flokkarnir, sum gera, at italskar stjórnin sjáldan sita leingi.

Tað var fyrst og fremst flokkurin Forza Italia hjá fyrrverandi forsætisráðharranum Silvio Berlusconi, sum forðaði fyri, at ein fyribilsstjórn kundi skipast.