Løgreglan fær javnan boð um fólk, sum eitt nú sita full onkustaðni í býnum, sum onkur heldur hevur brúk fyri hjálp. So fer løgreglan út og kannar málið, og um neyðugt fær fólk til hús ella tey verða tikin inn á støðina.
Tá fólk hava brúk fyri sjúkrabili, so verður tað eisini ein uppgáva hjá løgregluni gjøgnum alarmsentralin.
Í gjár fekk løgreglan fráboðan frá einum borgara um, at viðkomandi helt, at ein bilførari koyri ávirkaður av rúsdreka, tí hann koyrdi so óstortliga.
Løgreglan fekk fatur á bilføraranum, sum blásti í alkoholmetrið, tá tað gav negativt útslag. Hetta var í Havn.
Og so fekk løgreglan aftur í gjár boð um leysan seyð í Trongisvági.