Helvtin av Kyiv í streymloysi

- Støðan í Kyiv er trupul, og í løtuni liggja umleið helmingurin av íbúgvunum í streymloysi, skrivar ukrainska orkumálaráðið á Telegram

Ein stórur partur av ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, liggur í streymloys eftir russisk álop á streymveitingina í stórbýnum.

 

- Støðan í Kyiv er trupul, og í løtuni liggja umleið helmingurin av íbúgvunum uttan streym.

 

Hetta skrivar ukrainska orkumálaráðið á boðtænastuni, Telegram í kvøld.

 

Streymslitið kemur eftir eina røð av russiskum álopum á orkuskipanina í Ukraina.

 

- Í fleiri regiónum verður streymnýtslan skamtað, og roynt verður at hava streym til neyðugu samfelagstænasturnar.

 

Hetta upplýsir almenni ukrainski streymorkuveitarin, og tað er norska kringvarpið - NRK - sum endurgevur hesar útsagnir.