Á spinnarínum í Klaksvík ganga rokkarnir. Her fær gamla yrkið at virka ull nýtt lív. Guðrun Elttør er forkvinna í áhugafelagnum Spinnaríið.
Áhugafelagið byrjaði sítt virksemi fyri fýra árum síðani, og Guðrun Elttør var við frá byrjan, tá hevði hon, sum so mong onnur, lítlan kunnleika til tað at virka ull.
- Tað sum eg helt vera áhugavert var íverksetanin, at fáa hetta at rigga, og so hvørt sum vit hava arbeitt okkum frameftir, vildi eg eisini læra meg handverkið, tí hetta er ikki nakað sum eg eri uppvaksin við.
##med2##
Júst hetta at størsti parturin av føroyingum ongantíð hava roynt at arbeitt við ull, ætla tey at gera nakað við.
- Ullin hevur havt stóran týdning fyri føroyingar, og vit kundu hugsa okkum at fingið tað meira fram.
Ull kann brúkast til nógv, tað mesta verður spunnið til tógv, men tann sum hugsar kreativt kann skapa nógv annað burturúr ull.
Fyrst var ætlanin at brúka gomlu maskinurnar hjá Monu Olsen, sum stovnaði spinnarí í 1966. Tann ætlanin bleiv tó slept, í staðin standa nakrar av maskinunum og prýða hølini, og vísa á gamla framleiðsluháttin.
Tá tey høvdu staðfest at gomlu maskinurnar ikki fingust í gongd aftur, blivu aðrir møguleikar kannaðir, og tað vísti seg at øll grannalond okkara hava mikrospinnarí.
Hetta eru nýmótans og lættar maskinur.
##med3##
Føroyska ullin ber orð fyri at vera trupul at arbeiða við.
- Vit kannaðu um hetta var nakað sum riggaði til okkara ull.
12 kilo av ull bleiv send til einasta mikrospinnarí sum var í Danmark. Ullin bleiv spunnin, fyri at kannað um hon hóskaði til maskinurnar.
- Vit fingu eina góða frágreiðing frá teimum. Boðini vóru at ullin var góð, og maskinurnar kláraðu væl at arbeiða við ullini. Hetta gav okkum ordiligt mót.
Fyrst bleiv vaskimaskina keypt, soleiðis at ullin kundi vaskast. Onkuntíð er ullin full í mosa, grasi og sandi, og onkuntíð er hon púra rein.
- Vit hava vaskimaskinu og trumlu, og tá hon er full í ull, drússar so nógvur sandur burturúr at gólvið er svart í sandi. Seyðurin gníggjar seg uppat bakkanum, og ullin fyllist við sandi, men tá hann er trumlaður burturúr, blívur restin lættari.
##med4##
Tann mesta ullin kemur frá bóndum í nærumhvørvinum. Ullin frá hvørjum seyði sær, verður koyrd í sekkir, og navnið á seyðinum skrivað á. Hetta ger at tilknýtið til ullina og endaliga úrslitið gerst størri, tí ullin kann sporast aftur til tann einstaka seyðin.
- Summi velja ull, tí seyðurin eitur tað sama sum ommubørnini, hetta ger tað persónligt fyri tey.
Tá ullin er vaskað verður hon løgd í kurvar har hon tornar.
- Onkur ull er framvegis full í grasið og mosa, onkuntíð er hon tøvd nakað, og má hálast sundur. Tú skalt meta um, handfara og pilka burturúr.
Ullin sum ikki er egnað at vera virkað, kann eitt nú brúkast at taða við.
Vit skulu hava hendurnar í ullini
Í summar hevur Spinnaríið havt opið fyri vitjandi tvær ferðir um vikuna. Spinnaríið hevur verið væl vitjað, av bæði føroyingum og útlendingum. Fleiri av útlendingunum hava sjálvi seyð, og hava nógva vitan og royndir, tá verður prátað um munin á teirra ull og tí føroysku. Útlendingarnir eru spentir at síggja og royna, og á Spinnarínum fáa tey hendurnar í ullina.
- Fólk dáma at koma inn, merkja luktin og síggja hølini. Eg fortelji teimum prosessina sum ullin fer ígjøgnum, og vísi teimum hvussu vit spinna. Onkur vil sjálvur royna, og tað sleppa tey, men hetta er ikki nakað tú dugir fyrstuferð tú roynir. Vit bjóða kaffi, og tá tey fara útaftur eru vit heimsins bestu vinir, tað sigur Anna Marsten, sum hevur greitt teimum vitjandi frá í summar.
Anna og Guðrun halda, at tað er ein øðrvísi uppliving hjá ferðafólkum at koma á gátt í Spinnarínum, tí har verður fari niður í ferð, og tað er júst tað sum eyðkennir ullarbeiði.
- Tað er gott fyri sinni at arbeiða við ull, fleiri siga at tey brúka tað tá tey skulu slappa av.
##med5##
Ein týdningarmikil partur av virkseminum hjá Spinnarínum er at undirvísa í ull, og tað er stórur áhugi at læra seg handverkið.
- Tá tú byrjar heldur tú at ull er ull, og tógv er tógv, men tað er ikki so einfalt. At spinna er sum at taka koyrikort, tú noyðist at kenna útgerðina, og vita hvat tú skal gera fyri at alt skal rigga sum tað skal, og tá blívur tað stuttligt.
Spinnaríið hevur skipað fyri fleiri skeiðum, við bæði føroyskum og útlendskum undirvísarum. Summir av luttakaranum hava royndir við at virka ull, onnur hava ongar royndir, hóast tey kanska eiga seyð, og vónin er at tey sum hava seyðahald fara at leggja seg eftir at ala seyð við góðari ull.
- Vit síggja ofta at áhugin verður vaktur. Áðrenn hevur bara verið hugsa um kjøti, og ullin skuldi brennast, helst skuldi eldur setast á longu á rættini. Men nú hava vit havt nógvar bóndakonur á skeið, sum siga at tær mugu fara at læra seg at virkað ullina, og greiða manninum frá hvat hann skal ganga eftir, soleiðis at tey fáa alt góða ull.
##med6##
##med7##
##med8##


















