Herfølge hevur hug á Hans Fróða

Fótbóltur: Miðverjin hjá HB er sera áhugaður at sleppa uttanlands at royna seg, eftir at kappingin heima á landi er lokin, og um tað spyrst nakað burturúr, so ætlar HB sær ikki at forða fyri tí

Nógv bendir á, at enn ein landsliðsmaður fer uttanlands at royna seg sum fótbóltsspælari. Hans Fróði Hansen í HB hevur fleiri ferðir verið og sneytað til yrkisfótbólt ? í Danmark, Skotlandi og Onglandi ? og nú kann tað væl vera, at hann fer at spæla fótbólt í Danmark, tá landskappingin heima á landi verður liðug.

Felagið hjá Jákupi Mikkelsen, Herfølge, hevur í summar verið plágað av skaðum. Fleiri av miðverjunum hava verið skaddir, og undan summarsteðginum var tað upp á tal, at Jan Dam skuldi spæla á besta liðnum, men veteranurin valdi at flyta aftur til Føroya.

Herfølge hevur alla tíðina hildið eyguni við møguligum føroyskum spælarum, og tá teir á ólavsøku spældu ímóti HB, vóru bæði venjarin, John Faxe Jensen, og ítróttarligi stjórin, Kenneth Wegner, til staðar.

Teir í Herfølge hava ein góðan mann, sum kann siga teimum, hvussu dygdin á føroysku landsliðsmonnunum er, sammett við danskar spælarar, og at Óli Johannesen uttan trupulleikar hevur megnað at spælt seg av 2. deildarliðnum hjá TB og inn í miðverjuna á superliguliðnum í AGF, hevur ivaleyst styrkt teir í Herfølge í metingini, at teir uttan ampa kunnu seta ein føroyskan landsliðsmann inn í miðverjuna á liðnum, sum eftir vikuskiftið er á triðja plássinum í superliguni.


Ynskir at

spæla meiri

Hans Fróði Hansen vil ikki gera so nógvar viðmerkingar til hesa søguna, men hann váttar kortini, at tað er nakað um tosið, og hann vónar og roknar við, at tað verður meiri at frætta um hetta seinni í vikuni.

? Eg havi ikki dult fyri, at eg eri áhugaður í at koma víðari sum fótbóltsspælari. Eg havi vant nógv í ár, og hesa síðstu tíðina havi eg vant serliga nógv. Tí hevði tað verið harmuligt, um eingin møguleiki var at spæla fótbólt, tá føroyska kappingin verður liðug annan leygardag og aftaná, at landsliðið hevur verið í Kekkia, sigur Hans Fróði Hansen, sum kortini ikki hevur slept vónini um, at dreymurin um at spæla í Onglandi skal gerast til veruleika.

? Men tað ræður um at hava tol, og eg rokni við, at um tað eydnast at koma á liðið hjá einum felag í superliguni, so fer tað at styrkja um fyritreytirnar at sleppa víðari til Onglands.


HB fer ikki at

spenna bein

Gunnar Mohr, formaður í HB, vil ikki gera so nógvar viðmerkingar til ítøkiligu søguna um Herfølge og Hans Fróða Hansen, men hann undirstrikar, at HB fer ikki at spenna bein fyri ætlanunum hjá Hans Fróða Hansen at sleppa uttanlands at royna seg:

? Tá Allan Mørkøre fór til Íslands, hjálptu vit honum í samráðingunum, og um tað vísir seg, at onkur hevur áhuga í at keypa Hans Fróða Hansen, so veit hann, at vit vilja hjálpa honum. Upprunaliga gekk sáttmálaskeiðið millum okkum og Hans Fróða fram til komandi nýggjársaftan, men vit hava longt hann at fevna um eitt ár afturat. Tað vil siga, at um onkur ætlar at keypa verjuspælaran frá okkum, so fara vit sjálvandi at krevja pengar í okkara part, men vit fara ikki at vera órímuligir, og eg meti avgjørt ikki, at krøvini hjá okkum fara at koppa einum møguligum útlendskum áhuga fyri okkara spælarum, sigur HB formaðurin.